Eru klár at skipa samgongu í Vági

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Vágs Býráð eru nú til reiðar at skipa samgongu. Tað boða teir frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Javnaðarflokkurin hevur trý umboð í nývalda býráðnum, og Sambandsflokkurin hevur tvey umboð. Í Vági eru níggju býráðslimir, so tey fimm eru akkurát nóg mikið til at skipa samgongu. Og tað var eisini beinanvegin eftir at valúrslitið var klárt, at teir báðir flokkarnir samdust um at fara í eitt samstarv.

 

##med2##

Tað varð eisini avtalað, at borgarstjóri verður Bjarni Johansen, sum er nývaldur á javmaðarlistanum, og varaborgarstjóri verður Erhard Joensen, sum er afturvaldur á Sambandslistanum.

Tey orða eisini eitt arbeiðsskjal, sum tey fara at kunngerða seinni.  

Annars hava tey gjørt av at býta nevndirnar soleiðis ímillum sín. Talan er um fimm mannanevndir, so andstøðan, sum er Tjóðveldi eigur umboð nevndum

Niðanfyri sæst, hvussu tey hava býtt nevndarsessirnar ímillum sín.

##med3##