ES-boykott: Mugu bíða eftir endaliga úrslitinum

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur ikki so góðan hug at fyrihalda seg til nýggjastu boðini frá ES í dag.

Mette Gjerskov, matvøruráðharri, sigur, at hon hevur fingið at vitað, at uppskotið um revsitiltøk verður lagt fram tann 31 juli.

Tað er tí sannlíkt, at handilsforðingar verða settar í verk 1. august.

-Í løtuni havi eg ikki aðra viðmerking til uppskotið enn, at vit vita ikki hvussu endaliga úrslitið verður, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Í gjár var løgmaður annars bjartskygdur á máli. Við Portalin segði hann, at hann hevði fingið at vitað frá danska uttanríkisráðnum, at ES hevði útsett uppskotið um handilsforðingarnar.

-Eg var glaður, tá eg fekk boðini. Hettar hevur verið hart arbeiði, og av tí at handilsforðingarnar nú eru útsettar, er vón fyri, at vit fara at finna eina samráðingarloysn, segði Kaj Leo Johannesen ígjár.

Hann vónaði, at einki fór at henda í málinum áðrenn næstu samráðingarnar millum strandalondini, sum verða 3.-5. september.