ES trýstir Russland til afturtøku úr Georgia

ES-londini eru samd um at útseta samráðingarnar við russar um eina nýggja samstarvsavtalu, um russar ikki fullføra ta hernaðarligu afturtøkuna úr Georgia

ES-toppfundurin um Georgia-kreppuna endaði sum væntað við einari neyðsemju, sum tó gjørdist eitt sindur meiri hvassorðað mótvegis Russlandi enn tað uppskotið, sum formanslandið Frakland legði fyri ríkis- og stjórnarleiðararnar.

Í neyðsemjuni verður sagt, at tær avtalaðu samráðingarnar tann 15. og 16. septembur við Russland um eina nýggja samstarvsavtalu verða útsettar, um Russland ikki hevur tikið seg aftur í Georgia sambært vápnahvíldaravtaluni. Sambært henni skulu tær russisku deildirnar takast aftur til tær støðirnar, sum tær høvdu undan krígnum í Georgia.

Endamálið við fráboðanini hjá ES-londunum er at herða trýstið á Russland fyri at fáa landið at gera eftir vápnahvíldaravtaluni. ES vísir eisini á, at tað er vantandi virðing fyri georgiska markinum, at Russland hevur viðurkent Suðurossetia og Abkhasia. Sagt verður, at hendan viðurkenningin kann ikki góðtakast, og ES ræður øðrum londum frá at gera sum Russland.

Nøkur av ES-londunum høvdu hug at leggja eina munandi harðari kós mótvegis Russlandi. Eitt nú segði bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, undan fundinum í Bruxelles, at ES átti at steðga øllum samskifti við Russland. Hinvegin høvdu Frakland og Týskland hug at royna eina meiri lagaliga leið, og úrslitið gjørdist tí ein neyðsemja.

Mánadagin fara franski forsetin, Nicolas Sarkozy, og formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Baroso, til Moskva at tosa við Dmitrij Medvedev, forseta um Georgia-málið. Sambært eygleiðarum í Bruxelles verður úrslitið av tí fundinum avgerandi fyri, um tær ætlaðu samstarvssamráðingarnar verða útsettar ella ikki.