Fyrri dysturin á Stamford Bridge endaði við janvleiki 1-1, og tí var lagt um til ein spennandi dyst á Mestalla í kvøld. Hetta gjørdist tað eisini til.
Tað byrjaði væl hjá Valencia, sum vóru óhepnir ikki at taka leiðsluna, tá ið Morientes skeyt bóltin á stolpan. Men løtu seinni eydnaðist tað at fáa bóltin í málið hjá Morientes, sum eftir eitt innlegg setti bóltin í netið handan ein sakleysan Petr Cech. 1-0 til Valencia gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki kom Chelsea meira inn í dystin, og í 52. minutti javnaði Andriy Shevchenko. 1-1 sá leingi út til at gerast endaliga støðan, og tað hevði borið við sær, at liðini skuldu út í longda leiktíð. Men hetta vildi Michael Essien ikki, og hann sendi eitt hart skot í netið í sjálvari yvirtíðini, tá ið hann rak inn í feltið frá høgru síðu.
Helst verður tað Liverpool, ið Chelsea møtir í hálvfinaluni. Liverpool fær í morgin vitjan av PSV, og Liverpool hevur eitt frálíkt útgangsstøði, eftir at teir vunnu fyrra dystin 3-0 í Eindhoven.