Frágreiðingar, sum eru komnar úr Norðurirak seinastu dagarnar, siga, at kurdar hava rikið nógvar arábarar burtur úr fleiri bygdum á leiðini við býin Kirkuk. Amerikanska blaðið The New York Times vil vera við, at kurdarnir hava longu rikið fleiri túsund arábarar frá húsi og heimi.
Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur seg frá sínum medarbeiðarum í Irak, at í minsta lagi 2.000 arábarar eru riknir úr bygdum sínum.
The New York Times skrivar, at teir burturriknu arábararnir royna at lívbjarga sær sum frægast uttan fyri bygdirnar, sum teir eru riknir úr. Í nógvum førum er talan um bæði gomul og børn, sum einki hava at búgva í, og sum hvørki hava vatn, mat ella heilivág, skrivar blaðið.
Í sjálvum Kirkuk og bygdunum við býin búgva kurdar, arábarar, turkmenar og fleiri aðrir etniskir minnilutar. Stýrið hjá Saddam Hussein royndi at trýsta kurdarnar longur norður, samstundis sum arábarar vórðu eggjaðir til at flyta hagar ístaðin. Nú stýrið í Bagdad er fallið, vilja kurdarnir sleppa aftur til bygdirnar, har teir einaferð búðu, og hetta hevur nú elvt til trupulleikar.
Sambært The New York Times hava leiðarar í kurdiskum felagsskapum biðið limir sínar geva arábarunum boð um at flyta úr bygdunum innan tríggjar dagar, og hetta skulu amerikanararnir hava góðtikið.
? Vit hava fingið boð frá flokki okkara um, at fólk skulu flyta aftur hagar, tey upprunaliga búðu, og hesum boðum fylgja vit, sigur næstformaðurin í kurdiska flokkinum PUK við The New York Times.
Turkaland hóttir
Eisini turkmenararnir har norðuri í Irak kæra seg um, at teir fáa ikki frið fyri kurdunum. Sagt verður, at nógvir turkmenar hava útvegað sær vápn, so teir kunnu verja seg, og Turkaland hevur boðað frá, at gera kurdarnir seg inn á turkmenararnar, fer Turkaland at senda hermenn til økið at forða áganginum. Amerikanararnir hava roynt at sissa turkar við at siga, at amerikanski herurin fer at átaka sær at skipa fyri friði í Kirkuk.
Amerikansku hermenninir royna eisini at fáa partarnar at samstarva, og sunnudagin eydnaðist tað at skipa eitt ráð við átjan umboðum, seks kurdum, seks arábarum og seks turkmenum. Uppgávan hjá ráðnum verður at forða fyri lógloysi og at endurreisa tær almennu tænasturnar, men enn hevur ráðið ikki havt sín fyrsta fund.