Europatoppskjúttin er á beinkinum

Burtursæð frá Árna Frederiksberg og svenska málverjanum er KÍ í bestu útgávu ímóti 07 Vestur, sum hevur fyrrverandi KÍ spælara á beinkinum

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har KÍ hevur vitjan av 07 Vestur. Heilt óvanligt er tað, at KÍ tvær tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum uttan úrtøku. KÍ tapti næstsíðsta fríggjakvøld á útivølli ímóti Víkingi, og týskvøldið tapti KÍ í Molde.

 

Í dag snýr tað seg um at varðveita støðuna sum suverent topplið í landskappingini, og ta uppgávuna taka teir í Klaksvík álvara. KÍ er í stinnari útgávu, men tað eru fleiri spælarar, sum ikki eru førir fyri at spæla. Teir eru Claes Philip Kronbereg, Heini Vatnsdal, Páll A. Klettskarð og Hallur Hansson, sum ikki eru á listnaum, og at Árni Frederiksberg í dag er á beinkinum. Markus Olsen Pettersen verjir málið, meðan Nils Jonatan Johansson er á beinkinum. Nýggjur á liðnum eru Issah Ahmed Latif og Deni Pavlovic sum var leikbannaður í Gøtu.

 

Odmar Færø fór skaddur av vøllinum í Molde, men hann er í dag millum teir fyrstu ellivu.

 

07 Vestur hevur av álvara havt undanvind síðani summarsteðgin. Í trimum dystum hevur úrtøkan verið sjey stig – sigrar ímóti EB/Streymi og B68 og javnleikur ímóti B36.

 

Í dag er Jasper Van Der Heyden á beinkinum. Allir hinir eru tøkir.

 

KÍ – 07 Vestur: Jørgen Haugen kl. 15.00.