Evi á Summar Festival

Country-songkvinnan Evi Tommysdóttir Djurhuus skal syngja á Summar Festivalinum í august.

Fyrstu ferð, Evi sang alment, var í sínum egna brúdleypi í august mánaði í fjør.

 

Síðani hevur hon givið tónleik út og spælt á konsertum, og nú skal hon hava framførslu á Summarfestivalinum

 

Hóast tað altíð er blivið sungið nógv í familjuni og tey altíð hava lurtað

dúgliga eftir sangi og tónleiki, var tað ikki fyrr enn á hennara egna brúdleypsdegi, at hon fyri fyrstu ferð sang nakað alment.

 

Eftir at hava vant náttina fyri brúdleypið, sang Evi ein sang fyri manninum, ið kvitteraði við at geva henni ein gittara í morgungávu. Síðani hevur hon ikki helmað í, men spælt og sungið sum ongantíð fyrr. Fyri jól gav hon út fløgu við tveimum góðum, gomlum country-slagarum, og síðani hevur hon havt fleiri framførslur kring landið.

 

Evi arbeiðir nú við sangum til eina nýggja fløgu. Tónleikarar og sangskrivarar í Nashville eru við í projektinum, og ætlanin er, at fløgan skal koma út fyrst í komandi ári.

 

Nú boðar Summar Festivalurin frá, at Evi skal spæla við bólki á festivalinum

í august.