Amerikanski elbilaframleiðarin Tesla stríðist framvegis við at halda fast um evropeisku brúkararnar.
Meðan samlaða elbilasølan í teimum 27 ES-londunum vaks í apríl, minkaði sølan hjá Tesla við meira enn 52 prosentum, vísir ein frágreiðing frá felagsskapinum hjá evropeisku bilframleiðarunum, Acea.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Fyrstu fýra mánaðirnar í árinum er sølan hjá Tesla minkað við 46,1 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør, tá Tesla seldi 41.677 bilar í ES-londunum.
Samlaða sølan av elbilum fyrstu fýra mánaðirnar er vaksin við 26,4 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Hetta merkir, at elbilasølan í ES-londunum er 15,3 prosent av samlaðu bilasøluni í tíðarskeiðnum.
Stóra skrædlið í søluni hjá Tesla hevur verið veruleiki seinastu mánaðirnar.
Serliga eftir at Elon Musk sprakk út á politiska pallin í USA og hevur átikið sær ein framstandandi leiklut í stjórnini hjá Donald Trump forseta.
Hann hevur ein framstandandi leiklut sum ráðgevi og leiðandi persónur í nýstovnaðu stjórnarvirknaðardeildini (DoGE) í USA.
Musk hevur boðað frá, at hann fer at minka um arbeiðið fyri Trump í mai fyri at fokusera upp á Tesla, eftir at elbilaframleiðarin legði fram ársfjórðingsroknskaparúrslit, sum vístu, at inntøkurnar í ársins fyrsta ársfjórðingi vóru minkaðar við níggju prosentum.
Minkandi sølutølini hjá Tesla í Evropa eru í andsøgn við veruligu gongdina í talinum av nýskrásettum elbilum á evropeiskari jørð.
- Elbilasølan er farin at vaksa aftur í ES eftir nøkur hørð tíðarskeið.
- Elbilar eru eitt týdningarmikið element í grønu umleggingini, og tí merkja fleiri elbilar á vegunum eisini eitt grønari Evropa, sigur Mads Rørvig, stjóri í Mobility Danmark, í tíðindaskrivi.
Vøksturin í søluni av elbilum er tó sera ymiskur frá landi til land. Í Týsklandi, Belgia, Italia og Spania hava vit sæð stóran vøkstur í søluni av elbilum, meðan sølan í Fraklandi er minkað, skrivar AFP.
Sambært AFP er hetta millum annað tí, at tað er ymiskt frá landi til land, hvussu nógv verður gjørt fyri at eggja til val av elbilum.
Mobility Danmark leggur eisini dent á, at "enn er tørvur á politiskum stuðli um alt ES, sum kann skapa góðar umstøður fyri grønari bilum".
- Vit hava sæð fleiri dømi um, at gongdin skjótt kann fara hinvegin, um røttu karmarnir ikki verða tryggjaðir, sigur Mads Rørvig, sum millum annað nevnir ein tørv á einum nýggjum bilaskattingarmodelli í Danmark.
Í Føroyum hva vit sæð, at sølan av elbilum er minkað nógv, eftir at Løgtingið hevur broytt avgjaldspolitikkin soleðis, at tað er vorðið dýrari at keypa elbilar.
/Ritzau/