Seinastu vikuna hevur verið óvissa um venjaraspurningin hjá KÍ. Í tveimum dystum hevur Trygvi Mortensen staðið við stýrisvølin, men tað var alla tíðina greitt, at hetta bert var ein fyribils loysn. Hetta tí Trýgvi ikki metti seg hava umstøður at átaka sær krevjandi uppgávuna sum Formula-venjari.
Nú er gjørt av, at Eyðun Klakstein verður høvuðsvenjari - í øllum førum fram til summarsteðgin. Eyðun, sum er 34 ára gamal, hevur í ár verið hjálparvenjari hjá Tony Paris, og annars hevur hann í nógv ár verið ungdómsvenjari hjá felagnum. Hann leyk í vár hægstu venjaraútbúgvingina hjá FSF.