Á skránni vera kendu sangirnir, sum teir hava spælt í bólkum sum Moirae, Føstufressum, Frændum, sum einstaklingar og saman á fløguni Eyðun & Terji. Á Skarvi siga tey, at tá Eyðun og Terji vitjaðu í fjør, var met sett við áskoðaratali. Ofta er plásstrot leygarkvøld á Skarv. Skarv fer framyvir at húsa livandi tónleik fríggjakvøldið. Fríggjakvøldini koma fleiri pør og vaksin fólk, sum eisini fara eitt sindur fyrr í býin. Tónleikurin á Skarv byrjar um midnátt bæði kvøldini. Meira á www.skarv.info.