Eygað stóð ikki til at bjarga

Ein maskinmaður kom illa til skaða eftir eitt óhapp umborð á Kongsborg í farnu viku.

Ein føroyskur maskinmaður umborð á Kongsborg kom illa til skaða í farnu viku. 

 

Óhappið hendi 25. august, meðan Kongsborg, sum føroyska felagið Skansi Offshore eigur, lá við bryggju í Kristiansund.

 

Reiðaríið greiðir frá, at maskinmaðurin var farin í maskinrúmið at skifta eitt UV-ljós, sum hoyrir til reinsiskipanina á feskvatnsskipanini. Talan er um eitt rutinuarbeiði, og maðurin hevði sjálvur gjørt uppgávuna fyrr.

 

Meðan hann stendur har, er trýst komið á skipanina, og eitt glasrør er trýst úr ljóshúsanum og upp í andlitið á manninum við nógvari ferð.

 

Maðurin megnaði sjálvur at ganga úr maskinrúminum og leita sær hjálp frá manningini, tá hann kom upp á dekkið. Har var staðfest, at hann hevði fingið glassplintur í andlitið, munnin og eygað, og bløddi illa.

 

Manningin tók sær av manninum, til sjúkrabilur kom á staðið. Hann varð lagdur inn á sjúkrahús í Tróndheim og lagdur undir skurð har. Har staðfestu teir, at tíverri stóð annað eygað ikki til at bjarga. 

 

Maskinmaðurin er framvegis á sjúkrahúsi í Tróndheimi, men væntast skjótt at koma heim til Føroya, skrivar reiðaríið.

- Reiðaríið harmast støðuna almikið, men vil samstundis rósa dugnaligu starvsfeløgunum, sum gjørdu eitt megnar arbeiði í samband við hendingina, skrivar Skansi Offshore, sum annars ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn ein endalig frágreiðing er latin Sjóvinnustýrinum.