Eykaaðalfundur verður í Eik Banka hósdagin

Eik Banki boðar frá, at eykaaðalfundur verður hósdagin 7. oktober klokkan 18 á Hotel Føroyum. Aðalfundurin verður innkallaður í framhaldi av, at Eik Banki P/F hevur gjørt eina treytaða avhendingaravtalu við Finansiel Stabilitet. Innkallingin er gjørd sambært ásetingini í ?lov om finansiel virksomhed? § 246, stk. 1, við fylgjandi:

Dagsskrá

1. Kunning frá nevndini um viðurskifti bankans, og serstakliga um, at bankin ikki lýkur tað av Figgjareftirlitinum álagda solvenskravið, og kunning um ta treytaðu avtaluna, ið er gjørd millum bankan og Finansiel Stabilitet A/S, um avhending av virksemi bankans (undantikið partapening og afturumsettan kapital, sbr. § 132 og § 136 í ?lov om finansiel virksomhed?) til eitt av Finansiel Stabiliet stovnað dótturfelag.
 
2. Viðgerð av og avgerð um møguliga innkomin uppskot frá partaeigarum bankans ella umboðsráðslimum um onnur tiltøk, ið vilja hava við sær, at bankin lýkur solvenskravið í ?lov om finansiel virksomhed? § 124, ella um avtøku á treytum, sum Fíggjareftirlitið kann góðkenna, sbr. ?lov om finansiel stabilitet § 7, stk. 4, og ?lov om finansiel virksomhed? § 246, stk. 2.

Viðtøkukrøv

Kunningin undir pkt. 1 á dagsskránni skal ikki samtykkjast.

Um onnur uppskot til samtyktar koma á aðalfundinum um tiltøk sambært pkt. 2 í dagsskránni, ið vilja hava við sær, at bankin lýkur solvenskravið, krevst, at í minsta lagi 2/3 av tí umboðaða partapeninginum atkvøða fyri, uttan so at helvtin av partapeningi bankans er umboðaður á aðalfundinum, í so føri kann avgerð um tiltøk takast við vanligum meiriluta, sbr. ?lov om finansiel stabilitet § 7, stk. 4, sbr. ?lov om finansiel virksomhed? § 246, stk. 5. Um tílík onnur uppskot, sum Fíggjareftirlitið kann góðkenna, verða samtykt, verður avtalan við Finansiel Stabilitet A/S, sbr. ?lov om finansiel virksomhed? § 246, stk. 2, strikað. Um onnur uppskot verða samtykt, vil avtalan við Finansiel Stabilitet verða verandi bindandi.

Uppskot frá partaeigarum og umboðsráðslimum

Uttan mun til § 12 í viðtøkunum skulu møgulig uppskot frá partaeigarum ella umboðsráðslimum um tiltøk, ið vilja hava við sær, at bankin lýkur solvenskravið í ?lov om finansiel virksomhed? § 124, ella um avtøku, sbr. pkt. 2 í dagsskránni, verða innlatin til nevndina við at handa tey á høvuðsskrivstovu bankans í seinasta lagi mikudag tann 6. oktober 2010, kl. 18:00, sbr. ?lov om finansiel stabilitet § 7, stk. 4, sbr. ?lov om finansiel virksomhed? § 246, stk. 6.

Dagsskrá og fullfíggjað uppskot

Dagsskráin, tann treytaða avtalan og tey fullfíggjaðu uppskotini fara at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans, Yviri við Strond, 100 Tórshavn, at hyggja ígjøgnum hjá partaeigaranum í seinasta lagi 24 tímar undan aðalfundinum, sbr. ?lov om finansiel stabilitet? § 7, stk.4, sbr. ?lov om finansiel virksomhed? § 246, stk. 4.

Partapeningur og atkvøðurættur

Partapeningur felagsins er kr. 812.927.400, lutaður sundur í 8.129.274 partabrøv.

Umboðsráðið útinnir atkvøðurættin hjá partaeigarunum á aðalfundinum.

Partaeigarar hava við at vísa atgongdarkort atgongd til aðalfundin, har teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.