Eysturoyingar tíma best at spæla fótbólt

Teir eiga seks av teimum tíggju liðunum, sum ætla sær at taka lut í landskappingini í unglingadeildini í ár

 

Landskapping


Dreingir í 15?19 ára aldri í Eysturoy eru meiri hugaðir at taka lut í fótbóltskappingini, enn javnaldrarnir hjá teimum aðra staðni í landinum. Hetta fæst burturúr við at lesa yvirlitið yvir luttøkuna í unglingadeildini í kappingarárinum, sum tað verður farið undir í komandi mánað.

Sambært yvirlitinum, so fara tíggju lið at kappast í unglingadeildini. Tey eru B36, Skáli, B68, NSÍ, EB/Streymur, KÍ, FS Vágar, ÍF, LÍF/GÍ og HB.

Nú fæst at síggja, hvussu tað verður, tá fyrsta umfarið í landskappingini verður á skránni 30. apríl. Undanfarin ár hevur tað aftur og aftur víst seg, at fleiri feløg, sum hava boðað frá luttøku í unglingadeildini, ikki halda seg til, tá dystirnir skulu spælast. Tey fáa ikki mannað lið.

Í fjør boðaðu tíggju lið frá luttøku, men tá farast skuldi undir kappingina, vóru trý teirra fallin frá. Tí varð gjørt av, at U?16 landsliðið skuldi luttaka. Harvið var talið á liðum í kappingini átta. Ímillum tey feløgini, sum í ár hava boðað frá luttøku, eru tvey, sum í fjør tóku teirra lið úr kappingini. Hesi eru B68 og EB/Streymur. Í fjør boðaði VB frá luttøku, men teir megnaðu ikki at manna lið. Í ár er VB ikki við í unglingakappingini.

Skáli var ikki við í kappingini í fjør. Í ár hava skálamenn, hvørs besta lið enn eina ferð skal royna at festa seg í 2. deild, boðað frá luttøku í unglingadeildini. Burtursæð frá Skála er tað bara eitt annað felag, sum ikki er umboðað í 1. deild, og sum heldur seg til í unglingadeildini. Hitt felagið er ÍF. Feløgini í 1. deild, sum ikki hava lið í unglingadeildini, eru B71 og VB.


Grammir eysuroyingar

Komandi vikurnar fæst at síggja, hvussu sambandið fer at verða ímillum tilmelding og luttøku, men um vit arbeiða út frá tilmeldingini, so er eingin ivi um, at tað eru unglingarnir í Eysturoy, sum eru nógv mest áhugaðir at taka lut í fótbóltskappingini.

Tá sammett verður út frá fólkagrundarlagnum, so hevði tað sjálvandi verið rættast at brúkt samlaða talið á teimum í unglingaaldri í ymsu økjunum sum útgangsstøði. Tey tølini hava vit ikki við hondina, tí ditta vit okkum at brúka fólkatalið í økjunum sum grundarlag. Tað er ikki heilt rætt, men kortini halda vit, at tað gevur eina góða ábending um, hvussu áhugin at spæla fótbólt er í ymsu økjunum.

Um vit meta út frá teimum, sum hava boðað frá luttøku, so er tað heilt greitt, at áhugin fyri fótbólti ímillum teir, sum hava unglingaaldur, er størstur í Eysturoy. Í Klaksvíkini og tí økinum, hagani tað er landfast úr Klaksvík, búgva umleið 5.500 fólk. Tey megna at manna eitt unglingalið. Í Havnar kommunu og í tí økinum, sum nátúrliga hongur saman við Havnini, búgva eini átjan túsund fólk. Tað økið mannar tvey unglingalið. Í Vágum búgva stívliga 2.500 fólk. Hagani kemur eitt unglingalið.

Í Eysturoy knappast fólkatalið um tíggju túsund. Hagani koma seks unglingalið. Tá skal leggjast afturat, at teir á Streymoyar síðuni í Sundalagnum eru partur av EB/Streymi. Men hagtølini siga, at unglingar í Eysturoy eru nógv dúgligari at taka lut í fótbóltinum, enn teir eru aðra staðni í landinum. Um luttøkutalið t. d. í Havnini sammett við fólkatalið skuldi verið tað sama, so høvdu ikki færri enn ellivu unglingalið úr høvuðsstaðnum tikið lut í landskappingini!

At áhugin fyri fótbólti í Eysturoy sambært luttøkutalið er størri, enn hann er aðra staðni, er ikki nýtt. Tað sæst t. d. aftur í umboðanini í bestu deildini. Av teimum tíggju feløgunum, sum eru umboðað í 1. deild, eru fýra úr Eysturoy. Fleiri ferðir hava tey verið fimm, og onkuntíð hava tey verið seks í talið.