Johannues Joensen, formaður í róðrarsambandinum sigur við Sosialin, at hetta var eitt sera vakurt úrslit
? Hetta var flott, fantastiskt. Hetta var ikki nakað, vit høvdu roknað við. Manningin á Eysturoyingi hevur gjørt stór framstig í at rógva bátin upp á hendan mátan, tað er fantastiska væl klárað, heldur hann.
Upp á spurningin um Róðrarsambandið fer at gera nakað fyri at náa einum betri úrslit næsta ár, sigur hann
? Tað er ringt at siga beint nú, men eg eri spentur upp á, hvussu fer at ganga næsta ár. Róðrarsambandið eigur at gera sítt til, at okkara fólk skulu kunna klára seg so væl sum gjørligt, sigur hann.
?
Tummas Petur Thomsen:
? Tá vit komu niður sá ikki ov bjart út, tí hinir vóru so góðir. Tað gekk heldur ikki so væl, tá vit settu okkum í bátin, men hava nú tikið okkum nogv fram.
Eg eri sera væl nøgdur, tí vit høvdu ikki roknað við hesum, men vónað at nátt einum góðum úrsliti.
Tummas Petur Thomsen vónar, at tað aftur í ár fer at gangast teimum væl í føroyska kappróðrinum, so teir sleppa niður aftur á Scllyoyggjarnar næsta ár.
? Sleppa vit tað, so vita vit, hvussu vit skulu venja ? og tí kunnu vit fyrireika okkum betur, heludr hann.