Eysturtimor fingið fullveldi

Á midnátt hvítusunnukvøld varð Eysturtimor lýst sjálvsstøðugt ríki.

Á midnátt hvítusunnukvøld varð Eysturtimor lýst sjálvstøðugt sum tað 192. limalandið í heimsfelagsskapinum ST. Tað var ST-aðalskrivarin Kofi Annan, sum formliga lýsti landið sjálvsstøðugt og handaði teimum politisku leiðarunum á staðnum ræðið, sum ST hevur umsitið seinastu trý árini.
Í 1999 samtykti fólkið í Eysturtimor, at landið skuldi skipast sum sjálvsstøðugt lýðveldi eftir 450 ár undir portugisiskum hjálandastýri og 24 ár undir indonesiskari herseting. 80 prosent atkvøddu fyri fullveldi.
Í røðu síni sunnukvøldið segði Kofi Annan, at hóast fólkið í Eysturtimor nú sjálvt tekur við valdinum, verður framvegis stórur tørvur á altjóða hjálp, so tað nýggja samfelagið kann fóta sær. Altjóða samfelagið hevur lovað Eysturtimor meiri enn tríggjar milliardir krónur í hjálp tey næstu trý árini, og eftir hátíðarhaldið sunnukvøldið kunngjørdu einstøk lond, at tey fara at veita stuðul.
Fólkið í Eysturtimor er yvirhøvur fátækt, og arbeiðsloysið er heili 70 prosent, men teir nýggju politisku leiðararnir bera ikki ótta fyri framtíðini. Væl av olju og gassi er í landinum, og roknað verður við, at samfelagið fer at fáa ágóðan av náttúruríkidøminum um trý ár. Samstundis ætla leiðararmnir at menna aðrar vinnuvegir so sum fiskivinnuna, landbúnaðin og ferðavinnuna.
Umleið 800.000 fólk búgva í Eysturtimor.