F-16 stríðsflogfør eru farin á flog í Ukraina

Danmark og Holland standa aftan fyri tey fyrstu F-16 flogførini til Ukraina, sum nú eru í luftini, sigur Zelensky forseti.

Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Ukraina er farið at flúgva F-16 stríðsflogfør í átøkum innan fyri landamørk, sigur Volodymyr Zelenskyy, forseti, sambært Reuters.

Tað eru Danmark og Holland, sum standa saman um avhendingina av flogførunum. Noreg er eisini á veg at senda amerikanskt framleiddu stríðsflogførini til Ukraina.

Ukraina hevur ynskt at havt størri stríðsmegi í luftini, og tað hevur bíðað sera leingi í tí nú 29 mánaðar langa stríðnum eftir at taka ímóti vesturlendsku stríðsflogførunum.

- F-16-stríðsflogfør eru í Ukraina. Vit megnaðu tað. Eg eri stoltur av okkara dreingjum, sum hava flúgva hesi jetflogførini, og teir eru longu farnir at brúka tey til frama fyri land okkara, sigur Zelenskyj.

 

##med2##

 

 

Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix