Nú er eitt nýtt dagtilhald fyri minnisveik, sum eru yngri enn 67 ár, latið upp á Glyvrum.
Tilhaldiå er fyri fólk, sum búgva í Eysturoynni og í Norðoyggjum og endamálið er at tryggja hesum fólkum ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag og at stuðla teimum at varðveita lívsgóðskuna, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.
Eitt dagtilhald til minnisveik er longu í Skotarók í Havn, har pláss er fyri átta fólkum og har gongur nógv fólk og higartil hava fólk úr Eysturoynni og Norðoyggjum eisini brúkt tað.
Á nýggja dagtilhaldinum á Glyvrum er eisini pláss fyri átta fólkum og sostatt er tað nú pláss fyri tvær ferðir so nógvum fólkum á slíkum dagtilhaldum,
Í morgin, týsdag, verður móttøka í sambandi við, at nýggja dagtilboðið letur upp, men tað verður ikki alment, tí tað forða almennu tilmælini í sambandi við korona, fyri.