Tey næstu trý árini skulu handverkarar kring landið hava góðar sjey krónur í lønarhækking.
Tað er greitt, eftir at handverkarar og Føroya Handverksmeistarafelag skrivaðu undir nýggjan sáttmála seinnapartin mikudagin.
Heimasíðan hjá Havnar Handverkararfelagið, www.handverk.fo, skrivar, at partarnir hava undirskrivað ein trý ára sáttmála, sum tilsamans gevur teimum 7,05 krónur í lønarhækking.
Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2007 til 1. oktober 2010.
Fyrsta oktobur í ár hækkar tímalønin 2,25 krónur um tíman, so hjá einum nýútlærdum handverkara verður sáttmálalønin 115, 94 krónur um tíman. Fyrsta oktobur næsta ár hækkar tímalønin 2,35 krónur afturat og 1. oktobur 2009 hækkar lønin uppaftur 2,45 krónur.
Men harafturat hækkar eftirlølin 1% um árið í sáttmálaskeiðnum.
Karmar og viðbøtur
Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at lønarhækkingin er í samsvari við teir karmar, sum aðir starvsbólkar hava fingið.
Men umframt lønarhækkingarnar, eru eisini ásetingar í nýggja sáttmálanum um at summar viðbøtur hækka og harafturat eru vaktargjald nú við í sáttmálanum.
Fastlønarsáttmálin er eisini dagførdur, eins og viðbót fyri starvsaldur er komin í sáttmálan, so at hjá handverkari við trý ára starvsaldri, fær 1,6% afturat sáttmálalønini.
Tað eru tvey handverkarafeløg í Føroyum, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, men bæði feløgini hava samráðst saman um nýggjan sáttmála.
Annars ásannar Eli Brimsvík, at nógv teir flestu handverkarar hava eina løn, sum liggur langt omanfyri sáttmálalønina.
- Sáttmálin er avgjørt at meta sum ein minstaløn, tí í miðal liggur lønin hjá einum handverkara í miðstaðarøkinum um einar 130-135 krónur um tíman, metir hann.
Kortini heldur hann, at nógva staðni úti um landið, har arbeiðið ikki er so nógv, verður arbeitt eftir sáttmálalønini, ella eitt sindur yvir tað.
Men hann ásannar eisini, at versna tíðirnar aftur, er tað neyðugt at hava eina minstuløn at halda seg til, so at lønirnar ikki verða dumpaðar.
Eli Brimsvík sigur, at nú eru eisini samráðingar við Fíggjarmálaráðið um teir handverkarar, sum arbeiða hjálandinum, tað eru húsavørðar o.s.fr.
Handverkarar í kommunalari tænastu hava verið løntir eftir sáttmálanum við fíggjarmálaráðið, men nú er eisini ætlanin at gera sáttmála við arbeiðsgevarafelagið hjá kommununum um teir handverkarar, sum arbeiða hjá kommununum.