Fyri einum góðum tíma mistu fimm bygdir í miðstaðarøkinum, streymin.
Tað vóru Kvívík, Stykki, leynar, Skælingur og Sandavágur, og Finn Jacobsen á Sev, sigur, at talan er um eitt brek á Streymoyarlinjuni, teir kallað, tað er linjan úr Vestmanna suður ímóti Vágatunlinum.
Menn frá Sev eru farnir at kannað brekið og at fáa streymveitingina í rættlag aftur, og Finn Jacobsen væntar, at tað verður skjótt, at streymurin kemur aftur.
Hann heldur, at talan er um eitt brek, sum hendi í storminum í nátt, har linjan hevur fingið ein skaða, sum vísti seg at ávirka streymveitingina, tá ið onkur hørð hvirla var í einum æli fyri eini løtu síðani,