ÍF endur­vann steypið

Aftur í ár hittust ÍF og SÍ í mansfinaluni, og aftur í ár vann ÍF. Í fjør var tað tepurt 3-2, men hesaferð var tað als ongin ivi: ÍF vann púra greitt 3-0 ímóti einum óhepnum SÍ-liði, sum misti tveir lyklaleikarar tíðliga í dystinum

ÍF er púra greitt á odda í Eik-deildini hjá monnum og hevur eftir hetta vikuskiftið skúgv­að allan iva til viks um hvat er besta lið í land­inum í løtuni. SÍ, sum eitt sindur óvæntað smeyg sær í steypa­finaluna, er heili níggju stig aftanfyri ÍF í lands­kappingini og mátti taka við heitinum sum ein lítil underdog undan steypa­finaluni.

SÍ óhepnir
Tað var greitt undan dyst­inum, at SÍ skuldi spæla upp til sítt allarbesta frá byrjan, um teir skuldu gera sær vónir um at gera nakað við ÍF. Teir úr Vágunum tóktust eis­ini ógvuliga uppsettir frá byrjan og teir vóru leingi væl við. Á odda 8-7 fingu teir ein skelk, tá ið stuðulsleikarin Jón Joensen beklaði fótin ávegis niður aftur frá einum blokki og mátti av vøllinum. Hann fekk hjálp frá ÍF-fysioterapeutinum, Álvi Hansen – frálíkt at síggja.
ÍF kom miðskeiðis í sett­inum vann seg fram­um 17-14 og høvdu sett kósina ímóti at vinna eitt umráðandi fyrsta sett.
Eitt time-out hjálpti væl til og serliga var tað Ólavur Jensen, sum við framúr­skar­andi beinraknum hevingum hjálpti smasjunum í gongd, sum serliga Niels Erik Anderson tók sær meistar­liga av. Eisini blokkurin hjá SÍ var sera vælvirkandi.
Hjá einum væl saman­spældum ÍF-liði var spæl­ið meiri einfalt og teir gjørdu ikki nógvar villir, með­an Trúgvi Hansen var ein støðug hóttan við ferð­mikl­um smasjum. Eftir útjavn­ing­ina hjá SÍ tók ÍF aftur yvir og serliga seinastu bóltarnar í settinum vunnu teir rætt­iliga trygt við at leggja trýst á ÍF og vunnu teir at enda 25-21.

Máttleyst hjá SÍ
Byrjanina, sum SÍ hevði tørv á í øðrum setti, fingu teir. Skjótt vóru teir á odda 3-0, men hetta var eisini tað, sum teir megnaðu í hesum sett­inum, tí ÍF fekk veruliga spælið á glið og blokkurin, sum hevði hjálpt SÍ so væl í fyrsta setti, var als ikki til staðar.
ÍF eru væl mannaðir á øllum plássunum, og tað vístu teir hetta settið. Teir vunnu sær stóra leiðslu, men tá ið SÍ fekk minkað niður í 11-8, tók ÍF time-out fyri at binda um heilan fingur. Og tað eydnaðist væl, má sigast, tí at teir næstu sjey bóltarnar vunnu teir nevniliga og komu á odda heili 18-8. Sjey góðar servur frá Boban Ilic, harav nakrar framúr svev­servur, rundbarberaðu SÍ full­komiliga og teir mistu mótið.
Hetta settið spældi Bartal Eliasen eins væl við sínum hevingum, sum Ólavur Jensen gjørdi tað hjá SÍ í fyrsta setti, og hetta setti av álvara álopið hjá ÍF í gongd, sum ímóti einari máttleysari SÍ-verju hølvaðu 25-14 á talv­una og eina dreymastøðu við 2-0 í settum.
Ruddaðu borðið
Í triðja setti var SÍ ógvuliga væl við og myndaði fyrru helvt av settinum full­kom­iliga. Fram til teir vóru á odda 13-8, tá ið tað rapaði hjá fyri teimum og ÍF kom á odda 15-13.
Hesa løtuna misti SÍ-blokkurin, sum annars riggaði væl fyrstu løtuna við John Olivari Edvardson á odda, takið á smasjunum hjá ÍF, sum var púra óútroknilig og komu allastaðni frá – úr høgru, vinstru og frá miðj­uni.
Niels Erik Anderson var álitið hjá SÍ og royndi at halda teimum inni í dystinum við góðu álops­styrki síni, men Bárður Jacobsen sum oddamaður í ÍF-blokkinum vildi tað øðr­vísi og vardi javnan fyri. SÍ mangl­aði Rajko Petrovic, sum var smáskaddur og lat seg útskifta í øðrum setti, og við honum og Jón Joensen uttanfyri vóru helst tveir teir týdningarmestu SÍ-leik­ar­arnir uttanfyri og hinir royndu sum frægast.
Væl bardust sørvingar, men ÍF staðfesti sína støðu sum fremsta lið í landinum og vann trygt 25-19 og har­við steypafinaluna 3-0. Hetta merkir eisini, at ÍF endur­vinnur steypagullið, tí teir vunnu hana nevniliga eisini í fjør.

- - -

Brian Poulsen: Vit gjørdu tað neyðuga

Eftir finaluna hittu vit Brian Poulsen hjá ÍF, og spurdu vit hann, um hetta kendist sum ein lættur dystur nú sigurin var so sann­førandi.
– Hetta kendist ikki sum ein lættur dystur, tað eru finalur jú ongantíð. Eg haldi at skaðarnir hjá teim­um tóku mótið frá teimum ungu. Vit vistu, at vit kundu vinna, og miðskeiðis í fyrsta setti blivu vit meiri róligir. Vit hava helst onkun­tíð sæplt betri, men vit gjørdi tað neyðuga, um ein kann siga tað so, segði Brian, sum metir, at saman­setingin av nøkrum royndum leikarum saman við svangum ungum leik­ar­um ger teir somikið sterk­ar í ár.
Brian hevur verið við í nógv ár eftir hondini, men hon­um dámar framvegis ógvu­liga væl at spæla slíkar finalur. Vit spurdu hann, hvussu tað kennist at spæla frammanfyri so nógv­um fólkum.
– Tað er jú hetta vit vilja og sum ger, at steypa­finalan er tað størsta í før­oyskum flogbólti. At spæla fyri bygdafólkunum, full­settari høll og beinleiðis sjón­varpið. Hetta er tað, sum allir spælarar vilja, segði Brian Poulsen at enda.

- - -

Ólavur Jensen: Tungt uttan Jón og Rajko

Ólavur Jensen, sum spældi ein framúr dyst fyri SÍ og eis­ini varð kosin dagsins leikari, metti, at tað var ógvu­liga tungt uttan lykla­leikarar sum Jón Joensen og Rajko Petrovic.
– Vit byrjaðu dystin rættiliga væl, men so mistu vit Jón miðskeiðis í fyrsta setti og Rajko mátti eisini fara út við skaða í øðrum setti. Hetta gjørdi tað tungt hjá okkum, sigur Ólavur og leggur afturat, at ungu leikararnir, sum komu inn, gjørdu tað gott.
Ólavur varð, sum nevt, kosin dagsins leikari, men hann var ikki heilt væl nøgdur hóast alt.
– Mítt avrik kundi verið betri, haldi eg sjálvur, men tá ið dysturin nú háttaði seg sum hann gjørdi, so var tað kanska á einari leið, segði Ólavur Jensen at enda.