Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag skrivað sáttmála um portørarnar

Havnar Arbeiðsmannafelag og Fíggjarmálaráðið skrivaðu undir nýggjan sáttmála um arbeiðsøkið hjá portørum og ambulansustarvsfólki. Hetta stendur í tíðindaskrivi frá Fíggjarmálaráðnum í dag. Har verður eisini staðfest, at teir einans kunnu gera ein sáttmála á hvørjum arbeiðsøki

Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag undirskrivaðu í dag sáttmála um lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá portørum og ambulansustarvsfólki. Nýggi sáttmálin fevnir um tvey ár, og lønarkarmurin er umleið 2,6 prosent

Portørar og ambulansustarvsfólk fáa í dag nýggjan sáttmála við landsstýrið. Tað hendir, eftir at umboð fyri Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag í dag hava undirskrivað ein nýggjan sáttmála.

Í stuttum ber semjan við Havnar Arbeiðsmannafelag í sær, at portørar og ambulansustarvsfólk frá 1. oktober í fjør at rokna og tvey ár fram fáa eina lønarhækkan umleið 2,6 prosent.

Partarnir eru harumframt samdir um, at eftirlønargjaldið fer av føstu lønini. Gjaldið, sum arbeiðsgevarin rindar komandi árið, er 10 prosent. Meginparturin av hækkanini fer soleiðis til eftirlønargjaldið.

Portørar og ambulansustarvsfólk arbeiða í tilkallivaktum, og nýggi sáttmálin ásetur, at gjaldið fyri tilkallivakt er 25 prosent av tímalønini á 7. lønarstigi. Eisini kunnu tilkallivaktartímar verða afturbøttir við frítíð soleiðis, at hvør vaktartími verður umroknaður til 25 prosent av vanligum arbeiðstíma.

Sáttmálasamráðingarnar við Havnar Arbeiðsmannafelag hava gingið væl, og báðir partar fegnast um nýggju avtaluna.

Fíggjarmálaráðið fylgir støðugt gongdini á arbeiðsmarknaðinum. Eisini tí partinum, sum umfatar portørar og ambulansustarvsfólk. Fíggjarmálaráðið viðurkennir og hevur staðfest ta sannroynd, at allir portørar og ambulansustarvsfólk eru ikki longur savnað í einum og sama felag.

- Kortini er grundleggjandi, at ein og sami sáttmáli er galdandi fyri økið. Fíggjarmálaráðið tekur ikki dagar ímillum, hvat fakfelag fólk velja at gerast limir í. Hinvegin kann Fíggjarmálaráðið ikki gera fleiri og ymsar sáttmálar um sama arbeiðsøki, stendur í tíðindaskrivinum.