Tað kendist ikki frítt av søguligum farra yvir ti, tá ið Lars Múller hevði bríkslað fyri síðstu ferð á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági leygardagin.
TB fagnaðurin var stórur. Tað hevði eydnast heimaliðnum, sum riggaði til 120 ára føðingardagsveitslu seinni á kvøldinum, at vinna 3-1 á B68. TB hevur spælt tveir landskappingardystir á nýggja vøllinum, og TB hevur vunnið báðar tveir.
Í síni tíð var Sevmýri tiltikin skansi hjá TB. Enn ber tað ikki til at siga, hvussu tað fer at roynast á nýggja heimavøllinum, men higartil hevur tað gingið væl, og tað fegnast tey á Tvøroyri um.
Eyðkenda sirenan plagdi at vera at hoyra, tá ið tað var tætt millum TB sigrarnar. Hon var at hoyra leygardagin, og tað kveikti hugalig minni millum trúgvu TB viðhaldsfólkini.
Hugburðurin er góður
B68 gongdin hevur verið ikki frítt av upp og niður. Eftir sigur í Gundadali á B36 og tap á heimavølli ímóti KÍ, kom tað illa við, at tað aftur hesa ferð skuldi enda við tapi, men avrikið legði ikki upp til annað.
TB var ágangandi, og sigursviljin og positivi hugburðurin lýstu av monnunum hjá Milan Kuljic, sum eftir ikki serliga sannførandi avrikið í 1-1 oyggjauppgerðini á Vágseiði, hevði gjørt onkrar broytingar.
Undan B68 vitjanini hevði verið lítið at sæð til álopsspælaran Igor Grkajac, sum hevur verið skaðaplágaður, og sum ikki hevur tikið av, tá ið hann hevur fingið møguleikan.
Hesa ferð var eingin ivi. Igor Grkajac var bæði hugagóður og nærlagdur, og hann varð rættuliga avgerandi, tí hann skoraði tvey tey fyrstu TB málini.
TB legði bragdliga og ágangandi fyri. Tí kendist tað at vera sera stórur skelkur, tá ið toftamenn mest sum burtur úr ongum løgdu seg á odda. Rangstøðufellan hjá Óla Johannesen og Dimitrije Jankovic kiksaði. Og so varð Kristian Anton Andreassen púra leysur. Hóast hann ikki hevur verið so nógv á besta liðnum í ár, so var Kristian Anton púra kaldur, tá ið hann kom ímóti Ivan Stojkovic, sum hann sneiddi framvið, áðrenn hann legði bóltin í TB málið.
Moralurin góður
Tað er ikki minst í sovornum støðum, at tað hevur so stóran týdning at smoyggja upp um armar og bæði at stríða og spæla seg til mál og úrslit.
Tað megnaði TB. Lítla løtu eftir B68 leiðslumåalið var javnt, tá ið Igor Grkajac eftir hornasparksinnlegg og kiks í verjuskipanini hjá gestunum setti bóltin í málið.
Og tíggju minuttir eftir hvíldina legði sami maður TB á sigurskós. Veteranurin Dan Mortensen spældi hegnisliga Igor leysan. Tað takkaði framrættaði maðurin fyri, tá ið hann sneiddi framvið Hans Jørgensen í B68 málinum, áðrenn hann setti bóltin í málið.
Sum tað leið fram ímóti dystarenda, var tað heldur TB, sum trýsti fyri at økja um leiðsluna, heldur enn B68 sum royndi at svara aftur.
3-1 málið skoraði innskifti 16 ára gamli Poul Ingason.
Toftamenn vóru skerdir av, at vinstri vongverjin Einar Hansen var leikbannaður. Tíðliga í 1. hálvleiki varð miðvallarstríðsmaðurin í vinstru, Remi Langgaard, darvaður av skaða, og hann kom ikki á vøllin eftir steðgin.
Hjá B68 er ivaleyst at arbeiða við fyri at rætta kósina. Í miðverjuni vóru fleiri mistøk gjørd, og tað var ikki altíð so neyvt og sannførandi í uppspælinum. Tá ið TB trýsti fyri at økja um leiðsluna og harvið at staðfesta sigurin, vísti tað seg enn eina ferð, at tað var langt frá miðvallarunum og fram til Christian Høgna Jacobsen í fremstu ódnini.
Superveteranarnir Óli Johannesen og Dimitrije Jankovic hava onkuntíð verið skjótari, enn teir nú eru tað. Tá ið teir sleppa undan at kapprenna og heldur skulu savna seg um at verja fyri longdum sendingum eru teir framvegis sannir brandar. Tað sást væl seinnapartin leygardagin við Stórá, tá ið teir saman við liðfeløgunum kyndu upp undir 120 ára føðingardagshýr á Tvøroyri.