- Eg eri ikki nøgdur við at tapa, um tað so verður við einum máli. Vit fara eftir sigrinum og ikki minni enn tað.
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, var sera bjartskygdur undan venjingardystinum móti Íslandi í Kópavági í gjár. Íslendingarnir - við einum undantaki - mannaðu liðið við leikararum úr heimligu kappingini. Vit kunnu framvegis bara staðfesta, at Jógvan Martin Olsen enn ikki hevur roynt at fingið stig við føroyska landsliðnum, meðan hann hevur staðið við ábyrgdini. Serliga í seinna hálvleiki var føroyska spælið lítið sannførandi, og so gjørdist sigurin hjá Íslandi óneyðuga stórur.
Misnýta stóran møguleika
Fleiri broytingar vóru á føroyska liðnum, samanborið við dystin niðri í Italia fyri nøkrum mánaðum síðan. Útisetarnir Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen, Tem Hansen og Christian Holst vóru ikki við í føroyska ferðalagnum. Hetta gav møguleikan til millum annað Óli Hansen í miðverjuni og Ingi Højsted á miðvøllinum. Mest óvæntað var helst, at Arnbjørn T. Hansen úr EB/Streymi fekk plássið sum framherji saman við Rógva Jacobsen.
Tað sást týðiliga á spælinum, at óroyndir leikarar nú vóru við í altjóða høpi. Fótbóltsspælið var ongantíð í hásæti og fáir veruligir nærdystir vóru. Eitt av høvuðsendamálunum við venjingardystinum var at fáa verjuspælið at rigga, og tað eydnaðist. Ísland hevði onga veruliga atsókn á málið hjá Jákupi Mikkelsen.
Tað hevði Arnbjørn T. Hansen hinvegin á íslendska málið, og hann burdi eisini sent Føroyar á sigurskós. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk Símun Samuelsen, sum stóð seg væl, nógv pláss, og við góðari sending spældi hann til framherjan. Einsamallur við málverjan tók hann ikki av, men sendi beint á málverjan. Føroyar megnaðu hesa løtuna at seta heimaliðið undir trýst.
Ísland var meira á bóltinum í fyrra hálvleiki, men hugflogið manglaði av álvara í framrættaða spælinum. Tað bilaði tó ikki í síðsta minuttinum undan hvíldini. Aron Einar Gunnarsson sendi inn úr høgru, har Jónas Guðni Sævarsson við høvdinum stýrdi bóltinum fram við Jákup Mikkelsen. Neyvir íslendingar, sum løgdu seg á odda við teirra fyrsta málmøguleikanum.
Lítið sannførandi
Um málið hjá heimaliðnum fekk avgerandi týdning á hugburðin hjá føroysku leikararunum skal verða ósagt, men tað tóktist, sum hetta hevði stóra ávirkan í seinna hálvleiki. Føroyar hevði ilt við at fáa fótin fyri seg, og vertirnir úr Íslandi fingu tamarhald á. Helgi Sigurðsson var einu ferðina eisini nær við at økja um leiðsluna, men framherjin skallaði beint framvið.
Føroyska liðið hevði lítið at bjóða. Eitt langskot frá Atla Danielsen, sum Kjartan Sturluson ongar trupulleikar hevði við, var tað nærmasta, sum føroyingarnir komu einum útjavnandi máli. Innskiftingin av Bergi Midjord hjálpti eitt sindur, men havnarmaðurin fekk einki gjørt við, at Ísland økti um leiðsluna, tá 19 minuttir restaðu. Tað kundi Fróði Benjaminsen helst, tí toftamaðurin stýrdi sjálvur einum innleggi í egi mál. Løtu seinni var Tryggvi Guðmundsson ikki serliga væl ansaður í brotsteiginum, og hann hevði ongar trupulleikar við at staðfesta sigurin á 3-0 til íslendingar.
Útvísingin av Rógva Jacobsen fimm minuttir fyri tíð staðfesti eitt føroyskt lið í upploysn. Klaksvíkingurin tveitti seg í glíðandi takkling og harðliga sendi hann ein mótstøðumann í graslíkið.
Einasti veruligi glottin á føroyskum liðnum var verjuparturin í fyrra hálvleiki. Annars var spælið lítið sannførandi, og føroyingar høvdu væntað eitt væl betri úrslit, nú Ísland - við einum undantaki - var manna av leikarum úr heimligu kappingini. 3-0 til íslendingar og aftur ein ósigur til føroyska landsliðið.
Ísland - Føroyar 3-0 (1-0)
45.: 1-0, Jónas Guðni Sævarsson
71.: 2-0, Fróði Benjaminsen, sjálvmál
79.: 3-0, Tryggvi Guðmundsson
Føroyar: Jákup Mikkelsen, KÍ - Johan Troest Davidsen, NSÍ, Fróði Benjaminsen, HB, Óli Hansen, NSÍ, Einar Hansen, NSÍ (81.: Mortan úr Hørg, HB) - Símun Samuelsen, Keflavík (67.: Bergur Midjord, B36), Ingi Højsted, B36 (81.: Kristoffur Jakobsen), Atli Danielsen, Frem, Christian Høgni Jacobsen, HB (73.: Hjalgrím Elttør, NSÍ) - Rógvi Jacobsen, IL Hødd, Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur (73.: Rókur av Fløtum Jespersen, Fremad Amager)