Fólk fáa tilskot til hoyritól

Frá 1. januar 2009 kunnu persónar yvir 18 ár keypa hoyritól frá privatum veitara og fáa tilskot til hoyritólið. Tilskotið er í mesta lagi 6.000 kr. fyri hvørt hoyritólið. ?Vit hava ein vaksandi bíðilista eftir hoyritólum á Hoyriklinikkini. Við nýggju tilskotsskipanini geva vit teimum, ið hava tørv á hoyritólum, møguleika at velja ímillum at fáa hoyritól frá Hoyriklinikkini, ella tey kunnu venda sær til privatan veitara og fáa eitt tilskot frá tí almenna. Hetta merkir, at trýstið á Hoyriklinikkina minkar, og bíðilistarnir verða styttri?, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum í viðmerking.

Kostnaðurin av einum standard hoyritóli, ið ikki hevur so nógvar funktiónir, liggur um 6.000 kr. Brúkarin kemur sostatt sjálvur at rinda munin ímillum tilskotið og kostnaðin fyri hoyritólið.

Nýggja kunngerðin ásetur greiðari reglur fyri umsiting av skipanini við hoyritólum, og samstundis verður skipanin eisini umskipað soleiðis, at Landssjúkrahúsið yvirtekur ábyrgdina fyri at umsita almenna tilboðið við hoyritólum.

Í kunngerðini er í høvuðsheitum orðað reglur um til dømis, hvat er at skilja sum hoyritól, umsiting av hoyritólum og treytir fyri at fáa hoyritól ? sum eitt nú at meginreglan er, at stuðul til hoyritól ikki verður veittur oftari enn fjórða hvørt ár, skrivar AHS á heimasíðu síni.