- Hetta er alt eitt sjálvboðið arbeiði, sum eg geri í frítíðini, sigur Dánjal Lydersen av Viðareiði.
Fyri hann hevur tað alstóran týdning, at komandi ættarlið kunnu vitja tey støðini, har forfedrar teirra liggja grivnir.
Hann hevur sjálvur stóran áhuga í hesum, men hevur haraftrat fingið stóra hjálp frá teimum eldru fólkunum í bygdini.
- Eg havi skrivað nógv niður og havi arbeitt so nógv við hesum, at eg kenni kirkjugarðin til fulnar.
- Um onkur hevði flutt steinarnar burtur, hevði eg lættliga kunnað sett teir uppá pláss aftur, sigur hann.
Mikudagin í farnu viku hittu vit Dánjal á kirkjugarðinum við Viðareiðis kirkju, har hann hevur brúkt mangar tímar til frítíðarítriv sítt.
Í síðstu løtu
Dánjal hevur altíð havt áhuga fyri tí søguliga. Hesin áhugin fyri at varðveita gravstaðirnar í heimbygdini tók av álvara dik á seg fyri sløkum 30 árum síðani - umleið 1990.
Júst hví, hann fekk henda áhugan eru helst fleiri frágreiðingar um. Sjálvur heldur Dánjal, at tað mundi koma av tí málinum, sum fólk vóru farin at tosa um - og kanska einamest óttast fyri.
- Onkur nevndi fyri mær, at nú var ikki leingi eftir til eingin visti, hvar fólk lógu grivin í kirkjugarðinum.
- Tað var heldur ikki so einfalt at siga tað, tí í roynd og veru var einki at síggja, uttan gras og leiðini, har fólk lógu grivin, greiðir Dánjal frá.
Um hetta mundið vóru tað tíbetur fleiri, ið mintust hvar undanfarnir viðingar lógu grivnir, og kundu geva nágreiniligar upplýsingar um júst hetta. Tað var kortini í síðstu løtu.
Kirkjugarðurin kring Viðareiðis kirkju er líkasum í tveimum. Her í eystara endanum eru 50 gravir, og her hevur tað eydnast honum at fáa fatur á øllum nøvnunum.
Málið rokkið
Hóast Dánjal sjálvur hevði ein ávísan kunnleika til støðini, var hann neyvan komin so væl áleiðis, uttan hjálp frá øðrum fólki.
- Tað eru tíbetur tey, ið eru sera góð at minnast til slíkt. Men tað hevur eisini verið neyðugt at fara til avvarðandi.
- Og satt at siga, so hevur júst tað hilnast best, sigur Dánjal, sum vit hittu henda góðveðursdagin í farnu viku.
Hesi heimildarfólkini vóru sera hent, tá talan var um ivamál um, hvør lá grivin hvar. Soleiðis hevur tað eydnast honum at røkka sínum máli í hesum partinum av kirkjugarðinum.
Men, hvussu hevur so móttøkan verið, tá Dánjal hevur spurt seg fyri um tey, sum vóru farin undan teimum?
- Eg má bara siga, at fólk hava verið sera fyrikomandi - og eisini glað um, at hetta arbeiðið verður gjørt.
- Men tað kann vera trupult hjá teimum at minnast afturá. Her hava vit so prátað saman, og soleiðis hava vit hjálpt hvørjum øðrum til at staðfesta hvør liggur hvar, sigur hann.
Tóku pelarnar upp
Arbeiðið hjá Dánjali at fáa sett nøvn á rættar gravir, hevur ikki altíð verið eins lætt: Trupulleikin var ofta hann, at eingi nummur vóru við gravirnar.
Ikki tí, - tað hava uttan iva verið nummur, sum flest vóru fest á pelar úr træi ella úr sementi. Men sum skilst hava menn ikki altíð verið eins vandaligir, tá teir slóu grasið við gravirnar.
- Tað er latið mær fortalt, at tá teir slóu kirkjugarðin tóku teir pelarnar upp. Og so er ein spurningur, um teir altíð vórðu settir niður aftur á rætta stað.
- Tá byrjaði áhugin fyri hesum at fella. Men fólk mistu kortini ikki áhugan fyri gravunum, tí tað var vanligt at vitja gravirnar, tá gudstænastan var liðug.
Í dag hevur Dánjal fult yvirlit yvir tann eystara kirkjugarðin, men honum vantar at leggja 30 steinar í tann vestara garðin við fólki, sum hann hevur kunnað peilað seg inn á.
Hetta arbeiðið er kortini ikki so lætt, tí at grivið er í hóp oman yvir hvørt annað.
Helvtin av monnunum itu Jógvan
- At gera allar hesar gravsteinarnar er ikki løtuverk. Tað næsta eg má gera er at fara niðan í Malinsfjall eftir meiri gróti, sigur Dánjal.
Til hetta stóra arbeiðið hjá Dánjali krevjast sjálvandi gravsteinar. Hesar tørvar honum ikki at fara av bygdini eftir.
Í Malinsfjalli, sunnanfyri bygdina, er hópurin av steinum. Men vakna eygað hjá Dánjali er kortini bert áhugað í nøkrum fáum teirra, tí teir skulu lúka ávísar treytir:
Teir skulu vera mannbarir, og haraftrat skal tann eina síðan vera somikið sløtt, at ein pláta kann festast á.
Haraftrat hevur hann lagt dent á, at steinarnir skulu hava ymisk mosasløg á - hvítan og tann vanliga.
Tað er sum hann sigur tað: - Tá sær tað eitt sindur penari út!
Eftir at steinarnir eru fingnir til hús, verða teir vaskaðir við serstøkum evni, áðrenn plátan við navninum verður fest á, bæði við cikaflexi og skrúvum, soleiðis at vatn ikki sleppur undir.
Koma í bland
Pláturnar eru úr plastikki, soleiðis at tær ikki skulu rusta ella farast so lætt. Áður varð kopar brúkt til slíkt, men tað komst av at ein ikki fekk annað tilfar.
Á plátunum stendur ikki bert navnið og árstalið fyri føðing og deyða skrivað á. Her er somuleiðis skrivað á, hvussu fólkini vóru nevnd millum manna.
- Í eini lítlari bygd er ein slíkur upplýsingur sera týdningarmikil. Tí, sært tú, - helvtin av monnunum kallaðust Jógvan, men eftirnavn visti ein ikki hvat ið var.
- Tí legði ein altíð eitt “hjá” aftrat ella eitt “úr”, fyri at vísa úr hvørjum húsi hann var, sigur Dánjal og vísir til navnið Jákup á Miðlaðnum.
Hesin maðurin bar navn sítt av teirri einfaldu orsøk, at hann búði har. Á Viðareiði hevur ein nøvnini “uppi á Laði” og “úti á Laði” og altso eisini á Miðlaði, hagani hesin Jákup var ættaður.
Hesin sami Jákup á Miðlaðnum varð eisini nevndur “Roykstovu-Jákup”. Hetta komst av, at tað í veruleikanum vóru tveir mans við navninum Jákup í sama húsi og sum haraftrat vóru í familju.
- Fyri at skilja millum hesar báðar, kallaðu teir hin fyri Kamars-Jákup, tí hann búði í einum øðrum rúmi í húsinum og sum varð nevnt ´”á Kamarinum”.
- Tað var tí altíð eitt endamál við hesum nøvnunum. Um ikki, so hevði alt bara komið í bland.
- Og hetta vóru tí heldur ikki nøvn, sum ein himpraðist við at siga, slær hann fast.
Guttorm í Múla og harra Jónas
Í hesum staði hevur Dánjal gjørt plátur og steinar til tveir kendar menn - Guttorm í Múla og harra Jónas, sum var giftur Beintu. Báðir liggja grivnir her.
- Ja, Guttormur, hann liggur grivin har í útnyrðingshorninum. Tað hevur ein altíð sagt á Viðareiði, at Guttorm liggur grivin í hesum horninum.
- Og hann skal sjálvandi eisini hava sín stein og sína plátu, eins væl og maður Beintu, slær hann fast.
Fyri at sleppa undan at gera ov nógv av, hevur Dánjal skrivað á báðar pláturnar, at teir eru grivnir her á leið. Til ber nevniliga ikki at siga uppá sentimetur, hvar grøv teirra er.
Sagt hevur verið, at jarðarferðin hjá Jónasi var úr prestagarðinum Ónagerði, tí eingin kirkja var um tað mundið. Hann doyði í 1700 og kirkjan fór av brimi fimm ár undan deyða hansara, og tí varð hann grivin “tætt við kirkjuna” ella við kirkjugrundina.
- Hans Andreas Djurhuus sigur meiri neyvt, at hann skuldi vera grivin við vesturhorn kirkjunnar.
- Hvar hann hevði tað frá, tað veit eg ikki, men her á Viðareiði hevur ein altíð sagt, at hann varð grivin “við kirkjuna”, sigur Dánjal.