- Fólkapensjónin verður avtikin

Tað er klárt, at endamálið við nýggju skipanini er at spara landskassanum pengar. Tað er sjálvandi ikki positivt fyri pensjónistarnar.


Tað sigur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, ið var millum áhoyrararnar, tá samgongan og Sjálvstýri løgdu fram pensjónsnýskipanina á tíðindafundi í Almannamálaráðnum í morgun. Formaðurin í Landsfelag Pensjónista leggur dent á, at hann hevur ikki sæð endaliga lógaruppskotið, og kann tí bara úttala seg um tað, ið varð lagt fram á fundinum í morgun.


- Mær dámar illa, at pensjónistarnir verða býttir í fleiri bólkar, og mær dámar øgiliga illa, at fólkapensjónin í mínum eygum verður avtikin. Tí fólkapensjónin, í og við, at grundupphæddin verður mótroknað, hvørvur skjótt í mótrokningini. sigur Arne Thorsteinsson, og leggur afturat.


- Í staðin fáa pensjónistar bjóðað okkurt annað í staðin, men tey, sum alt sítt lív hava rindað skatt í tí vitan, at tey fáa fólkapensjón, og eisini hava rindað pensjónsgjald, tey fáa ikki nakað útaftur í tí kassanum. Tað er støðan hjá teimum nýggju pensjónistunum, meðan verandi skipan verður varðveitt hjá teimum gomlu pensjónistunum. Men tað hvørvur jú av natúrligum orsøkum komandi árini, sigur Arne Thorsteinsson.


Hóast hann hevur lyndið til at finnast at fleiri av broytingunum, so er tað tó ein broyting, ið hann er fegin um.


- Tað er positivt, at pensjónirnar verða prístalsreguleraðar, og at mótrokningin fyri hjún verður upphevjað fyri komandi pensjónistar, tó tað er harmiligt, at tað ikki verður gjørt fyri verandi pensjónistar. Tað dámar okkum illa, tí vit hava arbeitt leingi fyri at strika mótrokningina, ið vit meta er órímilig, tí hon ger mun á giftum pørum, og teimum, ið liva saman ógift.