Fólkaskúlin dumpaður

Landið varð tikið á bóli í morgum, tá tað varð kunngjørt, at føroyski fólkaskúlin fær 03 í Pisa-undankanningini. Lesiúrslitini eru so vánalig, at bert Brasilia er betur fyri enn Føroyar. Helvtin av næmingunum keðe seg í skúlanum, og 1/3 heldur, at ov nógvur ófriður er í tímunum. Helvtin av næmingunum eru so illa fyri, at teir eru ikki egnaðir til at taka eina bókliga miðnámsútbúgving.


Føroysku næmingarnir klára seg sera illa í náttúrufakunum, men eisini lesing og støddfrøði eru úrslitini vánalig. Helvtin av føroysku næmingunum sigur seg keða seg í skúlanum, og ein 1/3 av næmingunum halda, at ov nógvur ófriður er í tímunum.
Helvtin av næmingunum eru so illa fyri, at teir eru ikki egnaðir til at taka eina miðnámsútbúgving. Hetta tal var 18 % í Danmark í PISA2000.
 
Munur á skúlunum
Vit prenta her partar av samandráttinum av Pisa-undankanningini, sum sigur, at í Føroyum eru týðandi munir á miðalstøðinum fyri skúlarnar. Smærri munir eru í støddfrøði, meðan størsti munurin er í náttúrufaki. Í lesing og støddfrøði bendir nógv á, at læraraførleikin eins og dygdin á undirvísingartilfari ikki altíð eru fullgóð, og at ein partur av næmingunum tí ikki fær fullgóða avbjóðing í lærugreinunum.
 
Familjan týdning
Fakligu testúrslitini hava samband við eina røð av næminga- og foreldrabundnum viðurskiftum av sosialum, mentanarligum og áhugatengdum slagi. Hetta er kannað í sambandi við lesiúrslitini. Útbúgvingarstøðið hjá bæði mammuni og pápanum spæla ein týðandi leiklut, meðan tal av systkjum er uttan týdning. Afturat útbúgvingarstøðinum eru ávís viðurskifti heima hjá næmingunum, ið eru av týdningi fyri lesistøðið hjá viðkomandi næmingum. Størsta mun ger foreldranna mentanarliga samskifti, men eisini tað útbúgvingarliga tilfeingið heima hjá næminginum, materiella ríkidømið hjá familjuni og mentanarligar ognir tykjast at ávirka á ymsan hátt. Mentanarliga virksemið hjá næminginum sjálvum og hvussu nógva tíð hann brúkar til heimaarbeiði hava eisini ávirkan.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Trivnaður og sosial sambond
Tá hugt verður eftir næmingatrivnaði og teimum sosialu sambondunum, eru sera fáir næmingar, sum kenna seg uttan fyri hópin, og parturin av næmingum, sum kenna seg uttanfyri, er størstur millum teir næmingar, sum duga illa at lesa. Ein góður helmingur av føroysku næmingunum sigur seg keða seg í skúlanum, og tað er heldur meiri, enn í Danmark. Einki reglubundið samband er ímillum keðsemi og lesistøði í Føroyum.
Av føroysku næmingunum halda 11%, at larmur og órógv eru í øllum tímunum, meðan 23% halda, at larmur og órógv eru í teimum flestu tímunum. Talið á næmingum, sum uppliva órógv er tó minni í Føroyum enn í Danmark. Lutfalsliga nógvur larmur og órógv hava samband við eitt lágt úrslit í lesing, og tað sama er at síggja í øllum øðrum londum í PISA.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Viðurskifti við lærarar
Meira enn tríggir fjórðingar av næmingunum í Føroyum halda, at teir koma væl útav tí við lærararnar. Eingin munur er millum Føroyar og Danmark, ei heldur millum gentur og dreingir, og heldur ikki er samband hesum viðvíkjandi við lesiúrslitini í PISA. Eisini halda meira enn tríggir fjórðingar av føroysku næmingunum, at lærararnir sýna næmingunum áhuga. Heldur ikki hesum viðvíkjandi er munur á Føroyum og Danmark ella millum gentur og dreingir. Tó er eitt samband, sum peikar ímóti tí, at serliga hjá næmingum, ið halda, at lærararnir sýna teimum sera lítlan áhuga, gongst illa at lesa.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Frítíð og heimaarbeiði
Á frítíðarøkinum er galdandi, at føroyskir næmingar eru eyðsýnt minni ídnir at gera heimaarbeiði í lærugreinini føroyskum enn danskir næmingar eru í lærugreinini donskum. Eisini er tað so, at dreingir brúka munandi minni tíð til heimaarbeiði enn gentur. Teir næmingar, sum als ikki brúka tíð upp á heimaarbeiði í føroyskum, hava eisini tey vánaligastu lesiúrslitini í PISA. Sama ger seg galdandi í støddfrøði  har kortini ongar samanberingar eru gjørdar við PISA-úrslit, tí allir næmingarnir vórðu ikki kannaðir í støddfrøði. Í náttúrufakunum er talan um, at meira enn ein helvt av føroysku næmingunum ikki gera heimaarbeiði, ein sera týðiligur munur, um samanborið verður við Danmark. Verður hugt eftir kynunum er myndin ein onnur enn í hinum báðum lærugreinini, tí í náttúrufakunum eru dreingirnir ídnari enn genturnar at gera heimaarbeiði.
 
Lesivanar
Føroyskir næmingar eru munandi minni lesivirknir í frítíðini samanborið við danskar næmingar. Eins og í øðrum londum eru dreingirnir minni lesivirknir enn genturnar. Viðvíkjandi hugi til at lesa, mótsett tí at skula lesa, er tað galdandi, at hugalesing er sjáldnari í Føroyum enn í Danmark, og vantandi hugurin at lesa er serstakliga galdandi fyri dreingirnar. Tá hugt verður eftir lesihuga, er eitt sterkt positivt samband ímillum hug og góð lesiúrslit í PISA. At lesa fagrar bókmentir er sjáldnari í Føroyum enn í Danmark. Smá 35% av føroysku næmingunum lesa ikki fagrar bókmentir ímóti 20% av teimum donsku, og skeivleikin millum kynini ger seg aftur galdandi her, eins og samband er við PISA lesiførleika.
 
Bókasøvn og miðlar
Hugburðurin at nýta almennu bókasøvnini er minni positivur í Føroyum enn í Danmark, og tann minni positivi hugburðurin er størri millum dreingir enn millum gentur. Teir næmingar, sum eru mest hugaðir fyri bókasøvnum, eru eisini teir, sum lesa best í PISA. Størsti tjóðarmunurin Føroya og Danmarkar millum er at síggja í nýtsluni av skúlabókasøvnum, sum eru sera lítið útbreidd í Føroyum. Gentur brúka skúlabókasøvnini heldur oftari, enn dreingir gera. Einki reglubundið samband er millum nýtslu av skúlabókasøvninum og lesiførleika.
Føroyskir næmingar nýta minni tíð at hyggja at sjónvarpi, enn danskir næmingar gera, og dreingir hyggja sjáldnari enn gentur. Einki reglubundið samband er ímillum sjónvarpshyggjan og lesiúrslitini í PISA.
 
---
FAKTA::::
 
32 lond vóru við í fyrsta PISA-umfarinum, PISA2000, sum við nøkrum smærri tillagingum er brúkt í PISA-Føroyum 2005.
Í PISA-Føroyum 2005 luttóku 594 næmingar á 10. floksstigi ella í miðnámsútbúgvingum úr 24 skúlum. Felags fyri hesar næmingar er eitt nú, at teir, fram til juni 2005, gingu í 9. flokki í føroyskum skúlum.