Tað verður Thor Pedersen, sum fer at seta studentadagin hjá Norðuratlantsbólkinum í ár Tann royndi politikarin, sum í fleiri ár var høgra hond hjá forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, hevur givið tilsøgn um, at hann luttekur á studentaráðstevnuni hjá Norðuratlantsbólkinum. Eftir at hava stýrt danska búskapinum í fleiri ár sum fíggjarmálaráðharri, gjørdist Thor Pedersen eftir síðsta val formaður í tinginum, har hann stýrir dagliga virkseminum.
Studentadagurin verður hildin á Christiansborg, og í ár er heitið ?Tá ið fjøllini kalla?, og evnið verður tilfeingisflytføri millum Føroyar, Grønland og Danmark. Umframt Thor Pedersen fara fíggjarmálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen, javnaðarkvinnan Julie Rademacher, Line Barfod úr Eindarlistanum og limirnir í Norðuratlantsbólkinum Høgni Hoydal, Juliane Henningsen og Lars-Emil Johansen at røða, saman við borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen og Asii Chemnitz Narup borgarstjóra í Nuuk. Harafturat kemur stjórin á Nukissiorfiit, Elfelagið í Grønlandi og stjórin á Nema, Christian Nagata.
Studentadagurin verður hildin fríggjadagin 27. mars, og freistin at melda seg til er 22. mars. Til at boða frá luttøku á heimasíðuni hjá Norðuratlantsbólkinum, www.dnag.dk.