ÍF á meistarakós

ÍF vann toppdystin í Trongisvági leygardagin í meistaradeildini hjá kvinnum. Tær lótu ongan iva vera um útfallið, tá tær vitjaðu hjá TB

FLOGBÓLTUR

Lagt var upp til eitt satt brak í oddinum í bestu kvinnudeildini í flogbólti leygardagin, tá TB tók ímóti ÍF í Trongisvági. Undan dystinum var ÍF trý stig undan TB, sum tí hevði alstóran tørv á stigunum.

ÍF setti seg á dystin
Oddaliðið úr Fuglafirði fekk tó eina ótrúliga góða byrjan í Trongisvági. Í fyrsta setti lótu gestirnir ongan iva vera um, hvat var tað betra av liðunum. ÍF legði seg á odda tíðliga í settinum, og hesa leiðslu øktu tær bara um. TB hevði týðiligar trupulleikar við ÍF, og tá settið var komið at enda, hevði ÍF vunnið trygt, 25-16.
Hetta var ein dreymabyrjan hjá ÍF, sum hevur havt eitt sera gott tak á TB í ár. Kvinnurnar hjá TB høvdu undan hesum dystinum bert vunnið eitt sett ímóti ÍF í undanfarnu dystunum, og tí var longu okkurt, sum bendi á, at ÍF enn einaferð fór at vinna á TB.
Í øðrum setti vísti ÍF enn einaferð, at tær hava sera gott tak á TB. ÍF setti seg eisini á hetta settið frá byrjan av, og enn einaferð tóktist TB at hava stórar trupulleikar at koma fyri seg. ÍF legði seg á odda mest sum alt fyri eitt, og sum settið leið, øktist munurin eisini í hesum settinum. Endaliga úrslitið av øðrum setti gjørdist 25-19 til kvinnurnar úr Fuglafirði.

ÍF á gullkós
Í 3. setti tóktist TB hava sæð veruleikan í eyguni. Tær royndu nú av øllum alvi at koma innaftur í dystin, og hetta settið gjørdist sera spennandi. Liðini fylgdust mest sum allan vegin, men enn einaferð gjørdist tvørakvinnur ov stuttar. Eisini í hesum settinum eydnaðist ÍF at vinna. Úrslitið gjørdist 25-23, og sostatt hevði ÍF vunnið dystin 3-0.
Við sigrinum hevur ÍF lagt seg klárt á odda í meistaradeildini hjá kvinnum, og í løtuni sær út til, at kvinnurnar úr Fuglafirði stevna beint ímóti FM-gullinum.