Fýra metur høgur kavamaður

Næmingar í 10. flokkunum á Venjingarskúlanum gjørdi ikki mætari enn at gera ein fýra metur høgan kavamann í nógva kavanum mikudagin

Kavamaður

Tað byrjaði við, at ein lærari var innikavaður á Norðadali, og tískil høvdu næmingarnir frí tveir teir fyrstu tímarnar. Onkur av hinum lærarunum var sjúkur, so tað líktist meira og meira einum frídegi. Nakrir av næmingunum í 10.a og 10.b fóru út í kavan at spæla, og áðrenn lang tíð gekk vóru tey farin undir at gera ein kavamann. Tá tann innikavaði lærarin loksins kom aftur í skúla, vóru næmingarnir longu farnir út í kavan, og hann og hinir lærarnir hjá 10. flokkunum mikudagin lótu bara næmingarnir halda áfram við at gera teirra kavamann.
Eini tíggju næmingar í tveimum báðum flokkunum stríddust av øllum alvi fyri at fáa kavamannin so stóran sum gjørligt. Tá avtornaði var kavamaðurin vorðin fýra metrar høgur. Roknað verður við, at hetta er met. Kavamaðurin fekk tó stutta livitíð, tí í myrkrinum hevði onkur hvølt kavamannin, soleiðis at teir fýra metrarnir vórðu javnaðir við jørðina, men hetta taldist framvegis sum ein sjáldsom kavahending ein sjáldsama góðan kavadag. Sosialurin ynskir næmingunum til lukku við avrikinum.