Innan 2013 skal hvørt kyn verða umboðað við í minsta lagi 40 prosent í stjórnunum í privatu fyritøkunum. Tað er íslendska vinnan samd við sær sjálvari í. Er málið ikki rokkið innan fýra ár, skal Altingið lóggeva fyri kynsjavnvág í privatum nevndum Eins og í flestu øðrum londum er umboðanin av kvinnum í fremstu røð í privata vinnulívinum eisini lág í Íslandi. Í dag telja kvinnur á leið ein fimting av teimum, ið stjórna fyritøkunum ella sita í nevndum. Hetta hóast kanningar aftur og aftur vísa, at fyritøkur sum eru riknar av báðum kynum, standa seg best.
Hetta hevur FKA (Felag kvenna í Atvinnurekstri) gjørt av at broyta. FKA er íslendskt felag fyri vinnulívskvinnur. Umleið 650 kvinnur eru limir í hesum felag, flestallar eigarar ella stjórar í egnum fyritøkum.
Herfyri fylti FKA 10 ár og henda dagin varð ein sáttmáli undirskrivaður millum FKA, íslendska arbeiðsgevarafelagið og Handilskamarið um, at innan 2013 skal hvørt kyn verða umboðað við í minsta lagi 40% í stjórnunum í privatu fyritøkunum.
Eitt umboð fyri hvønn flokk á Altingi var somuleiðis við til hátíðarhaldið og tey settu eisini sína undirskrift á skjalið. Avtalan er nevniliga hon, at um endamálið ikki er rokkið um fýra ár, fer Altingið at lóggeva fyri jøvnum kynjabýti í stjórnunum í privatum nevndum. Øll vóru samd um at tað ikki er ynskiligt at áseta lóg fyri slíkum, tí fær vinnan høvið at gera tað sjálvboðið komandi fýra árini.
Á hátíðarhaldinum legði kanningarstovnurin Capacent úrslitini av eini kanning fram. Har kom fram, at talið av kvinnum, ið stovna fyritøkur, er vaksið frá 11 prosentum í 1990 til 22 prosent í 2008. Um 18 % av stjórunum í privatu fyritøkunum í Íslandi eru kvinnur, men mannligu stjórarnir fáa í meðal 30 % hægri løn enn kvinnuligu stjórarnir. Jú størri fyritøkurnar eru, jú minni eru sannlíkindini fyri, at kvinnur gerast stjórar. Í minstu fyritøkunum eru 22% av stjórunum kvinnur, meðan bert 9% av stjórunum í stórum fyritøkum eru kvinnur.
Tá roknskapartøl vórðu kannaði, var niðurstøðan m.a., at tær fyritøkur, har nøkulunda eins nógvar kvinnur og menn eru við at stjórna fyritøkuna, hava betri ársúrslit, eru raskari at gjalda lán aftur og størri sannlíkindi eru fyri, at fyritøkan yvirlivir, um bæði kyn eru umboðaði í leiðsluni.