Fýra uppskot - ein loysn

Allir viðingar ynskja sær tryggan farveg av bygdini, men spurningurin hevur verið, hvør var rættasta loysnin í hesum máli.

- Eg tók eitt kort, ein blýant og eina lineal og gjørdi síðani fýra uppskot um tunnilssamband til Viðareiðis, sigur Dánjal Lydersen.

“Av tí at verandi vegur er smalur, ótíðarhóskandi, og grót ofta kemur á vegin, er ynski um at fáa ein tunnil og veg millum hesar bygdir”.

Soleiðis verður tikið til á heimasíðuni hjá Landsverki, tá talan er um vegin millum Viðareiði og Hvannasund.

Fyri viðingar er hetta einasta sambandið við umheimin, og tí ynskja fólk sjálvandi at hetta sambandið er so gott sum tilber.

Tey sum av og á koyra eftir vegastrekkinum hugsa kanska ikki so nógv um tað, sum tey ið gera hetta fleiri ferðir um dagin. Vegurin er snøgt sagt ikki egnaður til tørvin, ið settu verður í dag.

Kommunan hevur somuleiðis gjørt vart við hetta ynskið, og nú er mangt sum bendir á, at viðingar kunnu síggja fram til eina loysn á hesum vandamáli.

Hjá Landsverki hava tey nevniliga arbeitt við at kanna, um tað ber til at gera ein tunnil, hvar hann skal liggja og síðani virka fyri at ein tíðarætlan verður gjørd.

Men tað eru kortini tey fólkini sum hava sett sær sjálvstøðugt fyri at kanna og vísa á loysnir í hesum máli.

Ein teirra er Dánjal Lydersen á Viðareiði, sum hevur gjørt ikki færri enn fýra uppskot um, hvar tunlar kundu liggja í framtíðini.

- Eg havi gjørt hetta av mínum eintingum – fyri líkasum at koma við nøkrum konstateringum, sigur Dánjal við Sosialin.


Kanningar

Hjá Landsverki hava tey longu gjørt sínar kanningar av málinum.

Inni í Dølum á einum staði, tey nevna í Middali eru kjarnuboringar gjørdar og er ein kjarni sendur til Jarðfeingi, har hetta tilfarið skal kannast nærri.

Sambært teirri ætlan, sum arbeitt verður við at fyrireika í løtuni, kemur ein komandi tunnil til Viðareiðis at ganga frá einum varða norðanfyri Hvannasund og inn í Dalar.

Hesin tunnilin verður 2300 metrar til longdar, samstundis sum ein roknar við eini vegagerð sum verður umleið 4000 metrar til longdar.

Av Landsverki verður upplýst, at í ár eru játtaðar 500.000 kr. til hesa verkætlanina og eina aðra ætlan um tunnil til Depils.

Sligið verður kortini fast, at ógjørligt er at siga nakað um tíðarætlanina, tí spurningur er um nøkur játtan fæst til hana.

Hesar báðar ætlanirnar hava kortini ikki tikið hugin frá viðingum um at koma við sínum hugskotum um, hvussu ein best kann tryggja bygdarfólkinum ein tryggan veg til umheimin.


Omanlop

Dánjal hevur fylgt væl við í tosinum og tjakinum um møguligar tunlar til heimbygd hansara.

Hann hevur sjálvur verið formaður í bygdarráðnum, eins og kommunan hevur sent skriv til myndugleikarnar við ynskinum um tryggan veg til og frá bygdini.

Gongdin er hon, at tá tíðirnar eru góðar koma nógv ymisk hugskot fram, men fyri viðingar eru trygg viðurskifti innan samferðsluna ikki bundin at, hvussu fíggjarstøðan er í landinum.

Fleiri omanlop hava verið á vegin og tað er so javnan at størri og smærri klettar liggja eftir vegnum.

Men enn verður koyrt, bæði summar og vetur, eftir hesum vegastrekki, hóast tað bæði er smalt og ótíðarhóskandi.


Hætta sær ikki avstað

Dánjal býr soleiðis, at hann kann fylgja við teimum bilunum sum fara av bygdini.

Tað hevur mangan undrað hann, at bilar eru farnir avstað, tá veðurlíkindini ikki hava verið til tað. Fyri hann er skilligt, at her neyvan er talan um bygdarfólk.

- Eg síggi tá, at nógvir viðingar ikki hætta sær avstað slíkar dagar, sigur hann.

Serliga ringt er at koyra eftir vegnum, tá hann er lágur í ættini og boðað er frá avfalli og vindi. Tá er ikki altíð tespiligt at koyra eftir hesum vegastrekkinum.

Tað var fyri at geva bygdarfólki sínum eina trygga farleið, at Dánjal setti sær fyri at evna til nøkur uppskot um hvussu ein kann leggja ein tunnil til Viðareiðis.

Fyri einum tveimum árum síðani byrjaði tosið um ein tunnil til bygdina at koma fram aftur, og hann loyvdi sær tá – av sínum eintingum – at festa sínar tankar á blað.

- Her var ikki talan um uppskot, men meiri um fýra konstateringar av, hvar tunlarnir møguliga kundu verðið gjørdir, sigur Dánjal. 




Góð havn í Hvannasundi

Samstundis við hetta hevur verið tosað um, hvat gerast skal við teir gomlu tunlarnar á Borðoynni – teir sum binda økið norðanfyri saman við Klaksvík og meginøkinum annars.

Her verður arbeitt við eini loysn um ein tunnil úr Depli og til Strond ella Ánir. Sum skilst verður henda ætlanin sett fyrri í verk enn tann til Viðareiðis.

Í Ánunum hevur Klaksvíkar kommuna gjørt eina frálíka havn, men fyri Dánjal er eingin ivi um, at eitt annað stað hevði verið nógv betri egnað sum havn til mong ymisk endamál.

- Er havnin í Ánunum góð, so er økið sunnanfyri Hvannasund túsund ferðir betri.

- Har er bæði kyrt, veðurgott og djúpt og har høvdu verið ótrúligir møguleikar fyri nógvum virksemi, sigur Dánjal.

Og hvør veit, kanska var hetta eisini staðið, har ein kundi byrja ein undirsjóvartunnil til Svínoynna?!




FAKTA


Tunnil til Viðareiðis


Dánjal Lydersen hevur gjørt fýra uppskot um, hvussu ein kann leggja ein tunnil til Viðareiðis.

1) Norðanfyri Hvannasund frá einum staði tey nevna á Varða til Innanfyri garðin í Bug ella inni í Leiti (3,9 kilometrar)

2) Norðanfyri Hvannasund frá einum staði tey nevna á Varða til Undir Fossum inni í Dølum (2,4 kilometrar). Hetta er í stóran mun sama uppskot sum Landsverk arbeiðir við í løtuni.

3) Norðanfyri Hvannasund frá einum staði tey nevna á Varða inn í Viðareiðis bygd (4,9 kilometrar)

4) Norðanfyri Hvannasund frá einum staði tey nevna á Varða til Stakkararætt eystantil á Viðareiði (4,6 kilometrar)

5) Eitt fimta uppskot lá honum eisini í huga: Ein tunnil úr Hvannasundi inn í Viðvík og síðani inn í Dalar á Viðareiði.