Sunnudagin verður fyrsti triðingurin í Betri-deildini liðugt spældur. Og eitt viðurskifti sum er sermerkt, nú fyrsti triðingurin verður liðugt spældur er, at leikararnir í ár hava skikkað sær betur enn onkuntíð fyrr. Tað vísa hagtøl frá FaroeSoccer.
Higartil eru bert trý reyð kort komin í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum – Betri-deildini – hetta kappingarárið í teimum fyrstu átta dystunum, og er tað talið lágt í mun til onkuntíð fyrr.
Tildømis kann nevnast, at tá kappingarárið fyri fyrstu ferð byrjaði tíðliga – í mars í 2015 - komu tað heili 10 reyð kort fyrstu fýra umførini. Tí er talan um greiða framgongd í ár.
Teir tríggir leikararnir, ið eru vístir av vølli í Betri-deildini hetta kappingarárið eru Eirikur Ellendersen, Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Mikkelsen.