Føroya Banki eigur at latast upp fyri fiskiskapi

Aktivir fiskimenn vilja hava, at Føroya Banki og aðrar leiðir verða latnar upp fyri fiskiskapi – samstundis óttast teir kvotaskipanina

Tað er ongin ivi um, at millum aktivar fiskimenn er holdningurin, at Føroya Banki hevur verið friðaður nóg leingi, og at hann eigur at latast upp fyri fiskiskapi aftur.

 

Millum aðrar nevndi skiparin Símun Joensen, sum hevur ført Oknina í mong ár, at tað er upp á tíðina at lata bankan upp aftur fyri fiskiskapi.

 

Aðrir skiparar á fundinum á Toftum hildu eisini, at neyðugt er at lata aðrar stongdar leiðir uppaftur. Millum annað nevndi ein av trolaraskiparunum, at teir fyri trimum-fýra árum síðani gjørdu tveir túrar á stongdari leið - hetta var fyri Havstovuna - og har var ovmikið av fiski.

 

Men hóast hesi ynskir, so vildi landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum ikki flyta seg.

 

– Men eg kann siga so mikið, at eg havi biðið um, at nakrar vinnuligar royndir verða gjørdar á Føroya Banka og á øðrum stongdum leiðum, segði Høgni Hoydal