Óli Jacobsen
----
2. partur
Henda ferðin vardi bara fýra dagar, og tað skuldi komast víða. Tí var ikki so nógv tíð til hvørja vitjan. Farið var úr Føroyum mánakvøld. Eftir at hava gist í Edinburgh fyrstu náttina var longu týsdag seinnapart farið til Glasgow, størsti býur í Skotlandi.
Her kom Tórður Jóanson við í bussin. Farið var eina rundferð um býin og Tórður greiddi frá. Hann hevur búð í Glasgow í fleiri ár, her hann eisini hevur verið prestur. Umframt hevur hann eisini skrivað eina doktararitgerð um Brøðrasamkomuna í Føroyum. Hon kemur skjótt út á føroyskum.
Mikumorgunin var farið til Dalry, har vit høvdu avtalað at koma kl. 9,30.
Dalry hevði verið ein stórur býur í Føroyum, men í Skotlandi er hann lítil. Fólkatalið liggur um 5-6.000.
Í 19. øld var stórur bummullsídnaður við spinning og veving, sum var bæði konufólka- og mannfólkaarbeiði. Frá 1840-ini tók seg upp kola- og kálkvinna, sum broytti samfelagið nógv. Men henda vinnan hevur sæð sínar bestu dagar, og fólkatalið er minkandi. Dalry fekk jarnbreyt so tíðliga sum í 1840.
Á Google eru nevndir fýra persónar úr Dalry, sum hava verið kendir fyri ymisk avrik. William Sloan var ein teirra. Ein annar er Daniel Kerr f. 1836, sum flutti til USA, har hann virkaði sum løgfrøðingur, borgmeistari og limur í lokala tinginum.
Funnu barndómsheimið hjá Sloan
Vitjanin í Dalry var fyrireikað av Neil Dickson, sum var hjálpari hjá Tórði, tá ið hann skrivaði umrøddu ritgerð. Hann hevur eisini verið mær sjálvum ein góður stuðul í kanningunum um Dollan og hansara avrik í sambandi við Congo.
Neil hevði við kanningum av gomlum skjølum og kortum funnið fram til, hvar William Sloan var føddur. Har stóðu eini hús, sum víst vóru umvæld, men sum upprunaliga helst var heimið hjá Sloan.
Fyrr hevur bretin, Fred Kelling, sum skrivaði bókina “The Fisherman of Faroe” um Sloan, víst á eitt annað stað, men hann er sambært Dickson farin skeivur.
Húsini vóru ein “typisk” lon frá teirri tíðini við trimum íbúðum í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini var vevað, og so búðu tey uppi á loftinum.
Tað var hugtakandi at kunna steðgað her eina løtu beint á hesum merkisdegi. Hetta var ikki minst galdandi fyri 87 ára gomlu Kristinu Norðberg, abbadóttir William Sloan, og hennara trimum børnum Ellu, Niels Paula og Andrew.
Beint við húsini rann áin Rye, har William sum smádrongur var um at drukna.
Vitjan í upprunasamkomuni hjá Sloan
Koyrt varð eitt sindur í býnum, til vit kl. 10,30 skuldu koma til Gospel Hall, Brøðrasamkoman í Dalry.
Maðurin ið byrjaði hesa samkomu í 1864 var Samuel Dodds, ið misti sjónina sum smádrongur. Samkoman fekk egin høli undan 1880.
Tey høvdu ein nossligan sal, bygdur í 1911. Men samkoman hevur sæð betri dagar. Fyri nøkrum árum síðani vóru tey 100, men tað er minkað nógv burturav.
Her hitti bólkurin John McClymont, John McCallum og Douglas Kean saman við konum teirra.
Samkoman byrjaði við, at Neil Dickson beyð vælkomin, tolkaður av Tórði. Hann greiddi eisini frá, at hann sum drongur hevði gingið í skúla í Dalry. Síðan varð sungin sálmurin “Prísa Gudi, lat í morgin hvíla í tín Faðirs hond” , sum William Sloan yrkti.
Svenning av Lofti hevði eina røðu á enskum. Sum evangelistur í Brøðrasamkomuni kundi hann umboða samkomuna sum slíka í hesum sambandi.
Hann var sera fegin um tann møguleika hann hevði fyri at kunna koma til Dalry henda serliga dag.
Síðani greiddi hann frá søguni um Sloan, nakað soleiðis sum fyrr er greitt frá í Miðvikuni.
Við Sloan kom nakað nýtt inn í kristniboðanini í Føroyum sum útimøtir, møtir við leikmonnum og sunnudagsskúli.
Svenning greiddi frá ta stóru ávirkan boðskapurin hevði havt, nú um 15% av fólkinum verða mett at hoyra til brøðrasamkomuna. Tað eru um 25 samkomuhús, og eini 25 hjún virka úti í heimi.
Svenning hevði eisini tvinnar frásagnir, sum lýstu Sloan. Aðra hevði tann tá 90 ára gamli Palli á Lava sagt honum.
Hann hevði sum smádrongur sparkað bólt uttanfyri hjá Sloan. Bólturin var farin inn í tann vakra urtagarðin hjá honum, og tað hevði neyvan verið væl dámt av øllum.
Palli var við bivandi hjarta farin inn í garðin hjá Sloan eftir bóltinum. Hann visti ikki, hvussu hann fór at verða móttikin.
Men Sloan var so findarblíður. Hann legði, sum hann var kendur fyri, hondina á høvdið á Palla og segði: “Tro på Jesus”. Palli tók fegin bóltin og fór avstað við honum.
Palli kundi ikki gloyma hetta, og framvegis føldi hann vælsignaðu hondina á høvdinum.
Hetta hevði eina slíka ávirkan á henda lítla drongin, at tá ið Sloan stutt eftir doyði, hevði hann fingið blómur frá mammu sín, og hann fór so spakuliga inn í Ebenezer og legði blómurnar á kistu hansara, og so líka spakuliga út aftur.
Hin frásøgnin er frá William Heinesen. Í sambandi við, at tað í 1965 vóru liðin 100 ár síðani Sloan á fyrsta sinni kom til Føroya, hevur Petur Háberg, sum stjórnaði Lív og Læru, havt eina lýsing av William Sloan í útvarpinum. Her hevði hann fingið William at greiða frá síni fatan av William Sloan.
Her greiddi William fyrst frá, at einaferð hann hugtikin hevði lurtað eftir verkinum hjá Handel, Messias, hevði hann eina kenslu av, at júst hetta hevði hann upplivað áður eina ferð fyri mongum árum síðani.
Hann helt áfram:
“Tell me the old, old story” “Sig mær ta gomlu, gomlu søgu”, soleiðis byrjar ein av teimum sálmum, ið William Sloan og trúarfelagar hansara sungu onkuntíð umleið 1906, tá ið teir hildu evangeliskan útifund á Húsabrúgv, har vit búðu um tað mundi. Tað vóru hesar Gospel Hymns, ið Sloan hevði við sær úr heimlandi sínum Skotlandi. Tað vóru hesir sálmarnir, Handels Messias fekk meg at minnast aftur á.
Seinni fluttu vit niðan á Tinghúsvegin og gjørdust næstu grannar Sloans. Tað var so skjótt, at vit børn vóru væl kend við tey ungu í Sloans húsi, og Andrew og eg, ið vóru javnaldrar, gjørdust vinir og leikbrøður.
Tað hendi av og á, tá ið vit spældu í havanum hjá Sloan, at hesin hvítskeggjuti og svartklæddi, altíð so stillfarandi og fryntligi bretski trúboðarin, kom og legði høvdið á høvur okkara og segði “Tro på Jesus”. Og eg minnist, at hetta kendist sum ein signing.
William Sloan var miðalmaður av vøkstri, klænligur, men heldur herðabreiður. Eg minnist ongantíð at hava sæð sæð sálarreinari og eymari eygnabrá enn William Sloans. Tað var eyðsæð, at hesin maður út í odd og egg var ein góð og stór sál, ein boðberi av einum gleðiligum boðskapi, ein evangelistur í sannari merking.
Sum hann stendur har í urtagarðinum millum leyv og blómur – so langt afturí í tíðini, og tó enn so merkiliga týðiligur og livandi fyri minnið – vil eg altíð í takksemi og ærufrykt minnast William Sloan, sigur William Heinesen at enda.”
Svenning kundi eisini greiða frá, at abbi konu hansara, Birgit, Hans Joensen, var millum tey fýra fyrstu í Brøðrasamkomuni í Havn.
Svenning bar eisini fram eina heilsan frá Brøðrasamkomuni í Føroyum, og sjálvur varð hann eisini biðin um at bera heilsan aftur.
Hann endaði við at siga, at sum hann gekk í gøtunum í Dalry henda dagin, takkaði hann Harranum fyri, at William Sloan fylgdi kallinum at fara norður eftir – til Føroya, og ikki suðureftir!
So hann kundi eisini takka Dalry fyri at hava givið okkum William Gibson Sloan, og hann bað um signing fyri samkomuna í Dalry.Síðan var aftur sungin ein sálmur “Á krossi Jesus deyðan leið”, hjá Sloan. Skotarnir sungu sama sangin úr teirra egnu sálmabók. Umboð fyri føroyska ferðalagið takkaði fyri móttøkuna, og umboð fyri samkomuna takkaði fyri vitjanina. Síðan varð boðið drekka við køkum.
Føroyingarnir fingu okkurt frá samkomuni til minnis um vitjanina, og samkoman fekk eisini okkurt minni úr Føroyum. Kristina Sloan Norðberg fekk eisini eina serliga gávu frá samkomuni í Dalry.
Tað var breið semja millum øll í ferðalagnum um, at hetta var ein virðilig minning um Sloan, og tað uttan mun til tilknýti til brøðrasamkomuna.
Í eini Miðviku um William Sloan skrivaði eg, at hansara foreldur vóru katolikkar. Men Niel Dickson sigur, at tað vóru tey ikki. Hann var sum barn doyptur í Church of Scotland, sum er “fólkakirkjan” í Skotlandi.
Sloanættin aftur til Skotland
William og Elspa Sloan fingu seks børn. Tað einasta av teimum, sum fólk vita nakað um, er Andrew, ið sum ungur fór at arbeiða í handlinum hjá Hans Joensen. Framvegis ungur gjørdist hann kendur trúboðari hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum. Hann giftist við Ellu úr Klaksvík, og tey fingu børnini William, Elsebeth, Kristinu og Poul.
Hinir báðir synirnir, Archibald og Poul, endaðu í Skotlandi. Archibald vita vit lítið og einki um, uttan at hann búsettist í London. Poul vita vit nakað um. Hetta er partvíst frá dagbókini hjá Petur Alberg. Teir vóru systkinabørn og vinir.
Men tá ið Poul doyði í 1952 endurgav Norðlýsið minningarorð, sum høvdu staðið í Shetland Times. Her varð millum annað sagt:
Maðurin sum fyri gott fimmti árum síðani var væl kendur í Lerwick, Poul Sloan, doyði tann 29. januar á Forrester sjúkrahúsi í Aberdeen, 70 ára gamalur. Hann hevði eina tíð verið plágaður av hjartasjúku.
Síðan verður greitt frá kendu søguni um tá ið pápin, William G Sloan kom til Føroya, og hildið verður áfram:
Fyri at geva børnunum hjá gamla Sloan kunnleika til enskt mál komu tey til Bretlands.
Poul kom til Hetlands við byrjanini av aldamótinum. Her las hann upp føroyskt fyri harra J.J. Haldane Burgess, sála, sum afturfyri lærdi Poul enskt.
Poul Sloan arbeiddi í mong ár á skrivstovuni hjá harra John Irvine, ið var skipsmeklari. Síðan fór hann suður til Glasgow, har hann búði í tvey ár fyri síðan aftur at fara til Lerwick og aftur í tænastu hjá Irvine í eitt ár ella so.
Aftur komin til Glasgow fór hann í tænastu hjá Continental Rubber Tyre felagnum, men henda fyritøkan helt uppat undir 1. heimsbardaga. Poul fór so í tænastu hjá aðrari fyritøku í Glasgow, ið seldi eykalutir til motorar. Nøkur ár seinni kom hann norður til Aberdeen, har hann gjørdist ferðandi sølumaður fyri eina heilsølu, og síðan kom hann at arbeiða fyri Speedwell Lubrication Oil.
Poul kom til Lerwick fleiri ferðir sum umboðsmaður fyri hesa fyritøku, og á slíkum ferðum endurnýggjaði hann vinarbandið við teir fáu vinmonnum frá unglingaárunum, ið enn vóru á lívi.
Meðan Poul Sloan búði í Lerwick vísti hann ógvuliga stóran áhuga fyri fótbólti og var limur í fótbóltsfelagnum Víkingur. Hann fór eina ferð til Føroya og tók við sær ein fótbólt, og tað verður sagt, at hann lærdi føroyingar at sparka fótbólt. Hetta bar við sær, at seinni vórðu dystir spældir millum føroyingar og hetlendingar. Hann var ein sera væl umtóktur maður, ið átti eina rúgvu av vinum, ið fegnir vildu hitta hann, tá ið hann kom til Lerwick seinni árini.
Annar sonur hansara varð særdur og doyði undir heimsbardaganum, og hin sonurin varð illa eitraður av gassi.
Stór samkensla er við frú Sloan og familjuna.
Norðlýsið leggur afturat, at Poul Sloan var væl kendur av føroyingum, sum í stórum tali vitjaðu Aberdeen í bardagaárunum, og var hann teimum mangan til hjálpar. Móðurmálið hevði hann ikki gloymt, hóast hann ikki hevði sæð Føroyar í mong ár, og tað kom mangan væl við, tá hann hitti landsmenn, ið ikki dugdu enskt.
Annar sonur Poul kallaðist Eric, og hann átti í hvussu er eina dóttir, Corin. Hon hevur búð í London. Ættin í Føroyum royndi fyri nøkrum árum síðani at fáa samband við hana, men hetta eydnaðist ikki.
Um døturnar hjá gamla Sloan kann stutt sigast, at Anna bleiv búgvandi í húsinum, Betty fór at arbeiða sum sjúkrasystir í Glasgow. Ketty giftist og búsettist í Haderslev. Eingin teirra átti børn.
----
Í komandi parti
verður farið norður eftir vestantil á Skotlandi til Mallaig og Isle of Skye, har føroyingar keyptu sild. Her er eisini ein romantisk søga um ein ring, sum eftir 40 ár kom við aftur til Føroya.