Í kvøld klokkan 20 fær David Geza Turi - um hann byrjar inni - eina risastóra uppliving saman við liðfeløgunum í Grimsby Town, ið spælir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini.
Í øðrum umfarinum í Carabao Cup steypakappingini, eisini nevnd Liga Cup steypakappingin fær Grimsby vitjan av Manchester United á Blundell Park leikvøllinum í Grimsby.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Grimsby eru 18,55. Miðaloddsini upp á útisigur til Manchester United eru 1,11.
Dysturin við Grimsby - vónandi við Geza frá dystarbyrjan - og Manchester United sæst á TV3 Max, ið er millum rásirnar hjá Televarpinum.
Grimsby hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingini við trimum sigrum og tveimum javnleikum í fimm teimum fyrstu dystunum í kappingini. Haraftrat kemur 3-1 sigurin á Shrewsbury í fyrsta umfarinum í Carabao Cup, har Geza var valdur at vera besti leikarin.
Manchester United hevur bert eitt stig í Premier League aftaná 0-1 móti Arsenal á heimavølli, og 1-1 móti Fulham á útivølli.
Í kvøld verður trýstið á United, meðan Grimsby kann spæla frítt.