HØJ tapti fyrsta dystin hetta kappingarárið

Tað var soltin spælitíð til Paula Jacobsen

Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, HØJ spældi í kvøld fyrsta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

Á heimavølli tók HØJ móti Mors/Thy. 

 

Tað endaði við 27-26 sigri til Mors/Thy. Í steðginum var útiliðið á odda 15-11.

 

Pauli slapp ikki nógv upp í part í kvøld. Hann kom inn í samband við tvey brotskøst hjá Mors/Thy. Annars var tað 27 ára gamli týski málverjin, Till Klimpe, ið vardi málið hjá HØJ. Till Klimpke bjargaði sjey av 31 málroyndum.

 

Sunnudagin 7. september spælir HØJ á útivølli móti Bjerringbro/Silkeborg.