EBG-kappingin
Endakapping í European Business Game (EBG) hevur verið í Inverness í Skotlandi,
har bestu liðini úr sjey londum kappaðust. Umframt Føroyar, sum vóru umboðaðar
við fýra næmingum av Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, vóru Danmark, Skotland,
Italia, Tjekkia, Kroatia og Slovakia við í kappingini.
So lítil, sum munurin var millum bestu liðini í Evropu hesaferð, kundu Føroyar
eins væl verið endaðar á einum fyrsta plássi sum á einum øðrum plássi.
Tað var Danmark, sum vann kappingina við 61 stigum og fekk fyrstu virðisløn. Á
øðrum plássi ? og bert eitt stig aftanfyri ? endaðu Føroyar.
Eisini virðisløn
Av tí, at munurin millum Danmark og Føroyar var so lítil, varð avgjørt, at
Føroyar eisini skuldu fáa virðisløn.
Teir fýra næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum umboðaðu Føroyar í
kappingini, vóru Hjørdis Gregersen, Sjúrður Hammer, Hanna Joensen og Trygvi
Sigurðsson.
Uppgávan hjá teimum snúði seg um at kunna skjalprógva, at fiskur hevur verið
niðurkøldur frá tí, hann er fiskaður, til hann er seldur.