Føroyingar fáa eingi serrættindi

Tá føroyingar hava fingið fullveldi, hava teir samstundis sagt frá sær tey serrættindi, teir higartil hava havt í Danmark. Teir verða tá roknaðir ájavnt við allar aðrar útlendingar í Danmark. Tað kann sjálvandi lætt fatast sum ein ræðsluherferð mótvegis føroyingum, tá eg ávari móti teimum vansum, sum eftir mínum tykki liggja í fullveldinum. Men tað er meint av ærligum hjarta, og eg kenni tað sum mína skyldu at siga tað, sigur danski forsætisráðharin í samrøðu við Sosialin

Fara føroyingar at velja fullveldi, seta teir seg sjálvar uttan fyri ríkisfelasskapin undir somu treytum sum allir aðrir útlendingar í Danmark.

Men danska stjórnin fer ongantíð at venda føroyingum bakið, hóast føroyingar velja fullveldi og loysa frá Danmark, sigur danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen í samrøðu við Tíðindablaðið Sosialin.

»Vit fara altíð at kennast við okkara vinir, og sum slíkar rokni eg føroyingar,« sigur Poul Nyrup Rasmussen.

Beint áðrenn forsætisráðharrin fór avstað aftur av almennu Føroyavitjanini týsdagin, fekk Sosialurin eina samrøðu við hann.

Poul Nyrup Rasmussen dylur ikki fyri, at hann fegin vil hava Ríkisfelagsskapin at halda fram, og at hann persónliga heldur tað gagna føroyingum betri at vera í felagsskapi við eitt størri land, enn at standa einsamallir.


Globaliseringin hørð

Tað er ein sannroynd, at tað gerst alt verri hjá smáum tjóðum at klára seg í altjóða samfelagnum, enn tað gjørdi fyrr, sigur forsætisráðharrin.

Síðan Berlinmúrurin fall, er globaliseringin vorðin alt sjónligari, og hvør hugsar bara um seg sjálvan.

Tað er ikki longur sum undir kalda krígnum, tí tey stóru vestanlondini høvdu síni áhugamál í Føroyum, og vit tí kundu kenna okkum rímuliga vísar í, at teir vóru í okkara parti.

Nú er bara eitt stórveldi til, og hvør nørir at sær, sum sterkastur er.

Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, ásannar, at tað væl kann skiljast sum ein ræðsluherferð, at hann alment sigur sína hugsan um fullveldismálið.

Men hann kennir tað sum sína skyldu mótvegis føroyingum, sigur hann.

Og hann dylur ikki fyri, at hann helst sær, at Føroyar verða verðandi í ríkisfelagsskapinum.

Men hann vísir samstundis á, at hann fer til einahvørja tíð at góðtaka tað valið, føroyingar gera.

»Líka síðan fullveldistosið byrjaði, havi eg vilja fingið fram, at Danmark á ongan hátt fer at seta seg í móti føroyskum fullveldi.«

Velja føroyingar fullveldi, fara vit ikki at seta okkum í móti tí.

Velja føroyingar eina nútímansgerð av teirri verandi skipanini, halda vit eisini, at tað er ein góður vegur at ganga.

Eg haldi sjálvur, at vit hava nógv at geva hvørjum øðrum, og kunnu hjálpa hvørjum øðrum á hvønn sín hátt í einum heimi, sum er nógv harðari, enn hann var fyrr.

Her vísir forsætisráðharrin á, at ein skal ikki longur rokna við, at størru londini fara at hjálpa teimum smáu á nakran hátt, sum vit kendu tað til dømis eftir Seinna Heimsbardaga.

Nú er støðan soleiðis, at hvør má sæta sær, og tann, sum ikki klárar at fylgja við, hann liggur eftir á.

Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, mælir til, at føroyingar ikki fara ov harðliga avstað, nú avgerðin um, hvørt vit skulu hava fullveldi ella ikki, skal takast.

Í samband við fullveldið skulu vit rokna við longum og tungum tingingum um lógarmál, búskaparmál, samstarv á mongum umráðum sum til dømis sjúkrahúsverk, uttanríkistænastur, altjóða politikk og undirvísing á hægri lærustovnum fyri bert at nevna nøkur, sigur Poul Nyrup Rasmussen.

Fyri mær er tað neyðugt, at vit hava gjøgnumgingið allar síður av okkara samstarvi, so vit ikki seinni koma í ta støðu, at føroyingar ella danir fara at spyrja, hví eingin segði teimum tað og tað, áðrenn føroyingar valdu fullveldi.

Tí vit eiga at minnast til, at tað er ikki bara okkum, sum nú liva, vit taka avgerðir fyri.

Hetta fer eisini at galda øll tey, sum í allar tíðir koma aftan á okkum.

Tí er tað so ótrúliga neyðugt, at undirtøkan fyri tí, sum valt verður, verður so breið, sum til ber, sigur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.

Forsætisráðharrin vísir á ta óhepnu støðuna í 1946, har munurin var so lítil, at summir partar als ikki vildu góðkenna fólkaatkvøðuna.

Og eini slíkari støðu vil hann fyri alt í verðini sleppa undan, sigur hann.


Fullveldi við ábyrgd

Tað verða avgjørt broytingar í viðurskiftunum landanna millum, tá føroyska fullveldið er veruleiki.

Tosa vit um Føroyar sum sjálvstøðugan stat, krevur tað sjálvandi í fyrsta umfari, at Danmark má vísa ta somu virðingina fyri Føroyum, sum fyri øllum øðrum sjálvstøðugum londum. Tað er greitt.

Við tí eru vit í eini heilt nýggjari støðu, har so mong samstarvsumráði mugu takast upp til nýggja viðgerð.

Eitt, sum nógvir føroyingar kenna til av egnum royndum, er útbúgvingarumráðið.

Her fara fyritreytirnar at broytast fullkomuliga, sigur forsætisráðharrin.

Tá verða føroyingar javnmettir við allar aðrar útlendingar, sum koma til Danmarkar at nema sær útbúgving.

Og tað hevði verið skeivt ikki at undirstrika frá danskari síðu, at viðurskiftini millum tveir sjálvstøðugar statir eru ikki tey somu sum millum tvey lond í ríkisfelagsskapi.

Tað verður øðrvísi, vísir forsætisráðharrin á.

Eru teir ikki tað, hevði alt jú bara verið sum fyrr, og so var eingin grund til alt hetta tosið.

Tí verður tað eisini her neyðugt at hugsa um avleiðingarnar av tí vali, ein ger.


Skulu vera til staðar

Ein sjálvstøðugur statur hevur nógvar altjóða skyldur, sum skulu røkjast.

Og tað kostar nógv at vera sjálvstøðugur, vísir Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri á.

Eitt eru sendistovurnar, londini noyðast at hava úti í heimi.

Sjálvandi er breitt samstarv millum lond á hesum økinum, sigur forsætisráðharrin. Men tað verður eitt øðrvísi samstarv, enn tað er í dag, tað er greitt.

Tí ber ikki til bara at dúva uppá, at eitt annað land skal røkja tíni áhugamál til fulnar.

»Eg vil bara siga, at tað eru mínar royndir, at tað at røkja áhugamálini hjá einum landi krevur fysiska nærveru á øllum viðkomandi, altjóða pallum. Í ST, í Europa, og hvar tað nú skal vera. Vit hava merkt, hvussu tungt tað er at røkja okkara áhugamál mótvegis teimum stóru londunum.«

Til dømis hevur Danmark tvær tær seinastu ferðirnar, NATO aðalskrivari er valdur, stilla donsk valevni upp. Men tað vísir seg hvørja ferð, at tey størru londini fara við starvinum fyri nøsini á teimum.

Forsætisráðharrin sigur, at hann á ongan hátt skal leggja seg út í, hvat føroyingar fara at velja í Europa. Men bara vísa á, at óansæð, hvat vit gera, verður tað tyngri at arbeiða einsamallir, enn tá vit hava eitt EU limaland sum Danmark at halla okkum at.

Vit síggja tað í viðurskiftum Danmarkar mótvegis til dømis Týsklandi, hvussu trupult tað er hjá teimum smáu at klára seg.

Tað krevur nógvar kreftir, nógv fólk og nógv tilfeingi at tryggja síni áhugamál.

Og tí fara viðurskiftini eisini her at broytast landanna millum, annars verður eingin konsekvensur í tí, gjørt verður.


Samráðingar avgera

Tað verða samráðingarnar landanna millum, sum fara at avgera, hvussu skjótt millumverandi Føroya og Danmarkar fer at verða avgreitt, sigur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.

Tað vildi verið skeivt av mær at farið í smálutir við tí, sigur forsætisráðharrin. Báðir partar fara at hava ynskir, sum verða viðgjørd í samráðingum.

Men tað er greitt, at endin á blokkstuðlinum verður, at hann fellur burtur.

Hvussu skjótt tað verður, eri eg ofta spurdur um, og eg kundi eisini givið nøkur boð, men tað hevði verið ópassandi og tænir ongum endamáli, sigur Poul Nyrup Rasmussen.

Grundleggjandi politiska støðan í Danmark til samstarvið við Føroyar, er tann, sum eg sjálvur havi greitt frá á vitjan míni her, sigur forsætisráðharrin.

Eg haldi framvegis, at vit hava nógv at geva hvørjum øðrum. Eg haldi eisini framvegis, at samstarvið kann endurnýggjast og nýmótansgerast alla tíðina.

Og eg trúgvi uppá, at vit kunnu uppfylla nógv ynskir frá føroyingum um økt sjálvstýri og meira ávirkan á bæði innan- og uttanríkispolitisk mál.

»Men eg má aftur undirstrika minst fýra- fimm ella uppaftur fleiri ferðir, at tað eru føroyingar, sum velja.

Eg havi bara av og á kent tað sum eina skyldu, uttan hóttan, at siga, hvussu eg meti støðuna. Og eisini við góðari samvitsku seinni at kunna siga bæði føroyingum og mær sjálvum, at so er einki goymt undir borðinum, sum so verður tikið upp sum eitt forskrekkilsi aftaná,« sigur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.


Oljan er tykkara

Danmark fer at hava fulla viðring fyri, at tað eru føroyingar sum avgera eitt samstarv við Danmark á oljuøkinum. Og eisini, at møgulig olja undir Føroyum er føroysk.

Vit hava, sum er, samstarv um gransking og umhvørvi.

Danmark hevur ávísar royndir á økinum.

Serliga um samráðingar við stóru, altjóða oljufeløgini, sum standa fyri leiting og framleiðslu. Og danir fara eisini til einahvørja tíð at hjálpa føroyingum í uppbygging av fyrisitingini á tí økinum, lovar Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.

Allari tí serfrøði, føroyingar ynskja, fara vit fegnir at hjápa tykkum við. Men vit fara ikki at noyða nakað niður yvir tykkum.

Aftur her eru tað føroyingar, sum avgera, hvat tit vilja samstarva um.


Upplýsing neyðug

Í samband við nýliga kunngjørdu veljarakanningina, sum gevur báðum veingjunum í sjálvstýristosinum framgongd, sigur forsætisráðharrin, at hann sum javnaðarmaður hevur tey ráð til føroyska Javnaðarflokkin at lýsa allar síður av samstarvinum við Danmark.

Eg skilji væl ynski føroyska Javnaðarfloksins um eina endurskoðan av Heimastýrislógini. Og eg vóni, at føroysku politikkararnir fara at finna eitt breitt grundarlag, har eisini Javnaðarflokkurin er við, tá hetta málið skal avgreiðast.

Um viðurskiftini millum danska og føroyska Javnaðarflokkin sigur Poul Nyrup Rasmussen, at tey bæði floksliga og persónliga eru góð og virðilig.

Tað hava verið ósemjur, sum vit nú hava fingið avgreiddar.

Fyri meg persónliga hevur tað altíð verið rættiliga fundamentalt, at stevna Javnaðarrørslunnar, um at verja tey ringast stillaðu í samfelagnum, verður hildin.

Har hugsi eg millum annað eisini um útjaðaran í Danmark.

Og eg veit at føroyski Javnaðarflokkurin eisini er sera upptikin av at útjaðaraøkini her í Føroyum yvirliva.


Hava skjølini

Um málið við hernaðarskjølunum, sum skulu vísa, at danir og amerikanarar hava undirhondsavtalur um Føroyar, sigur forsætisráðharrin, at har átti alt at verið upp á tað reina.

Danska stjórnin hevur latið føroyskum søgufrøðingum øll tey skjøl, sum eru at fáa, og eg vænti, sigur Poul Nyrup Rasmussen, at tá allar kanningar eru lidnar, verður úrslitið almannakunngjørt.

Eg dugi at síggja, at tað hava verið eitt sindur ójavnar meiningar og frágreiðingar frammi.

Men mín hugsan er, at nú skulu vit fyrst hava alla kanningina lidna og framlagda, so kunnu vit aftaná viðgera hana upp á ein ordiligan máta.

Eg dugi yvirhøvur ikki at siga nakað um, hvørt grundarlag verður fyri nøkrum fíggjarligum endurgjaldi til Føroyar, sigur forsætisráðharrin.

»Vit hava í forsætismálaráðnum latið granskarunum øll tey skjøl, sum vit høvdu atgongd til, soleiðis at kanningin kundi gerast, so sum føroyingar ynsktu tað.«


Beinleiðis handil

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá mongum føroyskum handilsmonnum at sleppa uttan um allar teir donsku millumhandlararnar, sum skulu hava part, hvørja ferð ein vøra verður seld í Føroyum.

Spurdur um danska stjórnin vil hjálpa føroyingum við hesum í komandi handilssamráðingum, svarar forsætisráðharrin, at hann avgjørt metir, at tað ber til at fáa føroyskar umboðsmenn, sum kunnu arbeiða við júst slíkum málum, inn á ymsar danskar sendistovur.

Og skuldi ynski komi frá einum sjálvstøðugum stati, sigur forsætisráðharrin, at danska stjórnin vendir ikki einum vini bakið.

»Og tað fer sjálvandi framvegis at vera eitt gott vinarlag millum Danmark og Føroyar«, endar Poul Nyrup Ramsussen, danskur forsætisráðharri, samrøðuna við Tíðindablaðið Sosialin.