Hergeir Nielsen
Freistin at keypa í forsølu er farin, og atgongumerkini eru farin sama veg.
Ferðamannalandið Føroyar er so væl skipað, at føroyingar flestir sleppa heimaftur aftan á, at dystur er spældur, men ikki allir.
Vit suðringar sita sum vanligt eftir við sviðið soð, tí vit hava framvegis ikki ánilsi av, um vit sleppa heimaftur ella ikki.
Aftur hesuferð missa vit møguleikan fyri at síggja Óla Johannesen, Mortan úr Hørg, og aðrar góðar menn, geva írum og øðrum ein skarpan gang.
Áhugin okkara millum er eins stórur og aðrastaðni, og fleiri okkara hava enntá ættbundnan áhuga í at merkja írska blóðið á kóki á Tórsvølli, men so skal ikki verða.
Strandfaraskip Landsins standa eingi altjóða kvalifikatiónskrøv, og ísakalda fyritøkan hevur als ongan tørv á at vinna sær sess millum tey fremstu.
Miðstaðarfyritøkan við stóra M kemur vanliga dumpandi á vøllin, tá atgongumerkini er farin og varpar tá út, at hon siglir við tómum skipi, og at suðringar hava ikki tann stóra áhugan fyri hesum dystum.
Suðringar liggja hinvegin heima og síggja dystirnar í sjónvarpið, meðan teir bíta í gólvteppið, tí teimum heldur ikki hesuferð untist at fara um fjørðin og upplivað allan meldurin við vøllin.
Soleiðis er tað hesuferð, og soleiðis er tað hvørja ferð. Og soleiðis fer tað at vera hvørja ferð framyvir, so leingi sum hjartalagið ikki er við í almenna rakstrinum, har hvør ikki veit av øðrum.
Vit hava aftur her eitt skúladømið um, at áhugin fyri at tæna teimum ferðandi er munandi minni enn viljin til at ráða yvir teimum.
Samgongan yðjur í suðringum, sum ikki minni enn tvær ferðir í farnu tingsetu hava felt uppskot um at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkaranum, soleiðis at vit fingu ein bíligari, skjótari og munandi skilabetri rakstur. Ein rakstur, sum setti brúkaran fram um bureaukratiið.
Gott hevði verið, um landsstýrismaðurin hevði rist eitt sindur í skipanina og víst Suðuroyargonguni, at ein klaksvíkingur í innlendismálaráðnum kundi loyvt suðringum til landsdystir - og heimaftur sama dag.