Føroyingur ávaraði móti Breivik

Anders Behring Breivik royndi at gerðast limur í felagsskapinum SIOE, ið stendur fyri Stop Islamisation of Europe, sum er ein lobby-felagsskapur, ið er í móti Islam. Tað boðaði felagsskapurin frá í gjár.

Men eftir ráðum frá einum føroyingi, valdi felagsskapurin at sýta Anders Breivik limaskap. Við Reuters sigur stovnarin í SIOE, Anders Graver, at Breivik royndi at gerast limur í Facebook-bólkinum hjá felagsskapinum fyri hálvumøðrum ári síðani.

Breivik hevur ført fram á kjaksíðum á internetinum, at hann samskifti við SIOE, men hesum afturvísur Anders Graver. Tvørturímóti sigur hann, at felagsskapurin ikki vildi hava nakað við mannin at gera.

Stephen Gash, sum er limur í felagsskapinum, sigur við danska Jyllands-Posten, at tað var ein føroyskur limur í felagsskapinum, sum ráddi teimum frá at innlima Anders Breivik. Hetta millum annað tí, at Breivik eftir øllum at døma stuðlaði fyrrverandi leiðaranum hjá donsku nýnasistunum, Jonni Hansen.

Við Reuters sigur formaðurin í SIOE, Anders Graver, at føroyski limurin í felagsskapinum hevði kannað bakgrundina hjá Breivik við milllum annað at hyggja eftir hansara Facebook-profili, og har kom hann fram til, at Breivik stuðlaði nýnasistunum og tískil vildi SIOE ikki hava nakað við Breivik at gera.