Føroysk havtaska setir heimsmet

Ein havtaska, sum er merkt í Føroyum, hevur svomið í næstan tvey ár við merkinum á.

So leingi hevur ongin havtaska áður svomið við merki á, so vítt Havstovan veit

Havtaskan varð merkt 7. mai 2010 norðan fyri Føroyar og hon varð fiskað aftur 15. januar í ár norðan fyri Skeivabanka, sum er vestanfyri Suðuroy.

Havtaskan var 81 cm, tá hon varð merkt, og 97 cm, nú hon varð afturfiskað.

Tað varð Fiskaklettur, sum fekk hana og læt havstovuni hana aftur í gjár.

Goymslumerkið hevur mátað tíð, dýpi og hita í 618 dagar, frá tí at havtaskan varð fiskað og merkt, til hon varð fiskað aftur, sigur Havstovan.

Seinastu trý árini hevur Havstovan merkt 55 havtaskur og 12 eru afturíafturkomnar.

Sjey teirra hava loggað í meira enn eitt hálvt ár, og felags fyri allar er, at tær eru longri enn 70 cm og ferðast eftir árstíðini.

Um summarið eru tær grunt, grynri enn 200 metrar, og um veturin eru tær djúpari, heilt niður á 510 metrar.

Hildið verður, at havtaskan ferðast til gýtingarøkir um veturin, men hitin í sjónum er ógvuliga ymiskur, tá ið tær eru djúpt um veturin, úr einum átta stigum, niður í 0,25 stig.

Enn svimja fleiri merktar havtaskur kring Føroyar og tí tekur Havstovan fegin ímóti, um onkur er so heppin at fáa eina.

- Vit lata finningarløn og lutaseðlar, har árligi vinningurin er 12.500 kr. Best er um vit kunnu keypa fiskin við merkinum, og harafturat fáa upplýsingar um fiskidato, positión og dýpi, sigur Havstovan.

Havstovan merkt fleiri onnur fiskasløg, eitt nú tosk, kalva og svartkalva tey seinasti árini og a stovninum eru tey fegin um, at fiskimenn og útróðrarmenn eru so beinasamir at lata teimum merktan fisk aftur.