"Føroysk” havtaska veidd í Noregi

Týsdagin hin 26. juni 2012 fekk Havstovan tíðindi frá ”Havforskningen” í Bergen um, at ein fiskimaður hevði fingið eina merkta havtasku. Havtaskan vísti seg at vera merkt í Føroyum. Hon varð fingin hin 22. juni 2012 í ein útnyrðing úr Runde, sum er í útnyrðingspartinum av Noregi (knattstøða: 62o34’ N, 005o04’ E).

- Trý ár frammanundan – hin 26. juli 2009 – varð hon merkt við garnabátinum ”Gudrun” norðan fyri Føroyar (knattstøða: 62o49’ N, 006o45’ V). Havtaskan var 97 cm til longdar, tá hon varð merkt, og í miðal má hon hava svomið einar 500 metrar um dagin fyri at klára at flyta seg 300 fjórðingar uppá hesar 1092 dagarnar.

Tað upplýsir Havstovan.

Lagt verður aftrat, at hetta vísir enn einaferð, at havtaska er før fyri at ferðast millum Norðurlondini.

- Áður er ein havtaska, sum varð merkt við Føroyar, farin til Íslands – og so nú ein til Noregs. Havtaskur, sum eru merktar við Hetland, hava ferðast til Noregs, Føroya og Íslands.

Havstovan upplýsir, at havtaskur, sum eru merktar við vesturlandið í Noregi, eru fingnar aftur í Norðurnoregi, Hetlandi og Føroyum.

- Ongar størri merkiroyndir við havtasku eru gjørdar í Íslandi, og tískil vita vit ikki, um havtaskur eisini ferðast haðani, sigur Havstovan.