Ársins Summarfestivalur er byrjaður, og í skrivandi løtu stendur Brandur Enni á pallinum. Til konsertina eru ógvuliga nógvir lurtarar, sum eru komin at njóta tónleikin frá tvøramanninum.
Brandur hevur júst givið út eitt nýtt staklag, sum hevur verið í umfar í útvørpunum seinastu tíðina. Lagið er nakað øðrvísi enn tað, ið vit vanliga hava hoyrt frá Brandi Enni.
Brandur Enni heldur sjálvur, at lagið er nýskapandi og øðrvísi, og honum dámar væl hendan nýggja stílin, sum brýtur frá tí tónleiki, sum hann gjørdi sum barnastjørna á sinni.
Seinni í kvøld verða framførslur frá Deiggj, og stóra føroyska brakið í kvøld verður kl. 01.00, tá ið Páll Finnur Páll trína á pallin.
Sámal Ravnsfjall endar kvøldið við framførslu á Føroya Tele pallinum.