Føroyskir fangar fáa ongar sertreytir

Føroyskir fangar í Danmark kunnu ikki fáa føroyskan mat

Føroyingar, sum sita í fongsli í Danmark, sita undir somu treytum sum aðrir fangar.

Tað er svarið, sum løgtingsmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen hevur fingið frá Ríkisumboðnum, eftir at hann spurdi, um føroyingar kundu fáa føroyskan mat í fongsli í Danmark.

Kringvarpið skrivar, at føroyingar kunnu ikki fáa matvørur sendar úr Føroyum, tí ikki ber til at kanna hesar vørur. Soleiðis verður tað eisini frameftir.

Grønlendingar hava aðrar treytir og kunnu fáa mat úr Grønlandi, men tað verður bert til næsta ár, tá ið varðhaldsstovnur letur upp í Nuuk, skrivar Kringvarpið.