Føroyskir tannáringar kannaðir í USA

Seinastu fimtan árini eru gjørdar rættiliga kollveltandi kviksilvurkanningar av føroyskum børnum og ungdómum. Í hesum sambandi hava 12 tannáringar júst verið í USA, har man við sera framkomnari útgerð hevur kannað, hvussu kviksilvur ávirkar heilan.

Kanning

Herfyri vóru 12 føroyskir unglingar, ið taka lut í eini granskingarætlan, sum Deildin fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu m.a. ger saman við læknaskúlanum á Harvard, í USA til kanningar. Har hava tey framkomna útgerð til myndagerð av miðnervalagnum, soleiðis at tað ber til at síggja, hvussu heilin starvar, meðan fólk loysa uppgávur. Spurningur er so um tað ber til at ávísa við hesum tólum tað negativa árinið, sum kviksilvur og PCB hava á heilan. Um so er at henda forkanningin vísur nakað áhugavert er ætlanin at kanna nógv fleiri tannáringar, sum eru partur av kviksilvurkanningunum, sum byrjaðu í 1986 upplýsir Pál Weihe, leiðari á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Kanningarhátturin, sum brúktur verður, verður róptur FMRI "Functional Magnetic Resonance Imaging". Pál Weihe sigur , at hesin kanningarháttur er so dýrur, at vit ikki kunnu kanna øll børnini í kviksilvurkanningunum. Tey hava í fyrstu syftu bert fingið pening til 12 og hava valt 6 børn við lutfalsliga stórum útsetilsi fyri kviksilvur og PCB í móðurlívi og 6 við lutfalsliga lítlum at vera við í víðari kanningunum.

Endamálið við kanningini er at vita, um tað ber til at síggja mun á, hvussu heilin starvar hjá teimum, sum hava verið úti fyri nógvum kviksilvuri og PCB mótvegis teimum, sum hava verið úti fyri minni.

Ein MRI skannari brúkar eitt sterkt magnetfelt at gera myndir av heilanum við. Tað er sostatt ikki talan um røntgengeisling ella geislavirkna stráling annars. Eftir øllum tí man veit, er henda kanning ikki vandamikil.

Kanningarhátturin var hesin: Alt av metal, sum kann ávirkast av eini magnet verður tikið av kroppinum. Persónurin leggur seg á eina legu, sum síðani verður rullað inn í eitt op í skannaranum. Har verður fyrst tikið ein vanlig MR-skanningsmynd, og síðani verður farið yvir at gera funktións MRI. Tað merkir, at barnið verður biðið um at brúka heilan á ymsan hátt, soleiðis at virkni í heilanum verður fangað av skannaranum. Hetta virkni kann verða t.d. at trumma við einum fingri, at trýsta á ein knøtt, tá ein ávísur bókstavur vísir seg, at nevna navnið á einum tingi, sum vísir seg á einum skermi og at royna minnið í tølum, sum verða lisin upp. Hvør av hesum kanningum tekur 10-15 minuttir. Barnið skal liggja í frið undir sjálvari kanningini, men millum kanningarnar ber til at tosa og røra seg. Kanningin tekur uml. 90 minuttir. Fróði Debes, sálarfrøðingur gav sálarfrøðiligu uppgávurnar, meðan serfrøðingar á McLean, Brain Imaging Center, stóðu fyri skanningini.

Pál Weihe sigur, at nyttan, sum fæst burtur úr hesi kanning, er fyrst og fremst størri vitan um, hvussu og hvar kviksilvur ávirkar heilan. Tann einstaki fær sum so onga nyttu burtur úr kanningini annað enn at vita, at heilin sær normalur út.

Henda verkætlan er eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs-og almannaheilsu, Boston University og Harvard sjúkrahúsið McLean í Boston. Fíggingin er fingin til vega frá Det Lægevidenskabelige Forskningsråd í Danmark.

Ferðin gekk við flogfari úr Føroyum yvir Reykjavík beinleiðis til Boston og sama veg heimaftur viku seinni. Ferða- og uppihaldsútreiðslur vóru goldnar, men annars verður eingin samsýning latin. Sjálvt um ferðin var stutt sóu dreingirnir nógv áhugavert, m.a. Museum of Science í Boston, Boston Aquarium og plássið har World Trade Center einaferð stóð á suðurendanum av Manhattan.