”Sum var tað ein jarðskjálvti, ið fór ígjøgnum meg, fekk hann meg at koma sum ongantíð fyrr!! Eg sá túsund litir framman fyri mær, hóast eg blundaði. Bleiv heilt svimbul, og pulsurin var í topp! Hann koyrdi á og kom við einum rópi av greði og nøgdsemi! Hann gav mær ein ordiligan smekk í endan og tivaði sum eitt ørt...”
Brotið omanfyri er úr søguni ”Tann ókendi”. Hon er um eina kvinnu, sum steðgar upp í bilinum seint á kvøldi. Ein fremmandur steðgar og hjálpir. Afturfyri tekur hann hana hart og krevjandi aftanífrá á myrka førarasetrinum. Á føroyskum!
Nýskrivaðar erotiskar søgur er bara ein partur av tí, sum nýggja heimasíðan elin.fo hevur at bjóða.
Elin í Stórustovu, sexologur, sum flest øll kenna frá ungdómssendingum í útvarpinum, hevur tikið stig til síðuna, sum er um sex, vælveru, leikur og parlag.
– Endamálið er at fáa føroyingar, og serliga kvinnurnar, at kenna og menna seg sexuelt. At leiðbeina fólki til eitt betri sexlív, bæði við hvørjum øðrum og einsamøll, fortelur Elin í Stórustovu, sum hevur nomið sær útbúgving sum sexologur og parráðgevi hjá navnframa danska sexologinum, Joan Ørting.
Krydd sum kitlar
Eitt eyðkenni við síðuni er parturin um sexleikur. Sambært Elini í Stórustovu kunnu sexleikur hava stóran týdning fyri parlagið sum heild, og serstakliga fyri kvinnurnar, sum ynskja at finna inn til sín veruliga sexualitet.
– Mannfólk, sum onki kenna til sexleikur, føla seg ofta hóttar av sexleikum. Teir halda, at eftirgjørdu lutirnir koma í staðin fyri teirra egnu livandi amboð. Men veruleikanum eru tær bert eitt eyka krydd, sum ger, at kvinnan fær meira burtur úr, sigur Elin í Stórustovu.
Týskir snillar
Hon greiðir frá, at nógvar kvinnur lata sær lynda við vánaligt sex, tí tær hava lært at vera fittar og skikkiligar og tær skamma seg um sexualitetin.
– Og tað er synd, tí við at arbeiða eitt sindur miðvíst við at læra seg sjálvar at kenna kropsliga, ber til at blóma kynsliga, sigur Elin í Stórustovu.
Hon fegnast almikið um, at tað í dag eru kvinnur, sum framleiða og designa sexleikur í einum femininum sniði, sum kvinnurnar kenna seg sjálvar aftur í.
– Nútímans leikur eru nógv elegantari enn tær gomlu, sum mannfólkini komu dragsandi heim við av Istedgade – sovorðnir risastórir kjøtfarvaðir týskir plastikkmurtar við æðrum og hárum á bollunum. Totalt tørn of fyri kvinnuna, sigur hon og flennir.
Opnar ungar kvinnur
Sum skilst hevur Elin í Stóxrustovu alt gott at bera sexleikum, sum hon eisini hevur við til fyrilestrarnar, sum hon heldur kring landið. Tá hevur hon eitt stórt arsenal av leikum, sum hon setur fram á borðið at vísa áhoyrarunum.
– Kvinnurnar eru sera opnar og positivar, tá tær hoyra um og sleppa at síggja hesar ymisku leikurnar. Eg havi ikki upplivað, at tær verða illa við. Tvørturímóti eru tær yvirraskaðar av sniðinum og litunum, sum leikurnar eru úr í dag, sigur Elin, og staðfestir, at tey ungu eru nógv fríari enn tey tilkomnu, tá tað ræður um sexleikur.
Eitt nú vísir hon á, at sexleikur eru púra natúrligar hjá teimum ungu kvinnunum dag. Tær fylgja rákinum og eru ikki so smædnar.
– Ungu genturnar síggja tað sum eina sjálvfylgju at eiga onkra leiku, sigur hon.
Royna leikurnar
Heimasíðan elin.fo <http://elin.fo/> samstarvar við donsku heimasíðuna Lust.dk, sum selur sexleikur og aðrar vørur, sum kunnu hjúkla um kynslívið.
Eisini samstarvar hon við nakrar navngivnar føroyskar kvinnur, sum ummæla leikurnar til síðuna.
– Eg gevi teimum eina vøru, sum tær so royna. So skriva tær eitt ummæli, sum verður lagt út á síðuna, sigur Elin. Hon heldur tað vera umráðandi, at kvinnurnar leggja sítt kristiliga navn til ummælini.
– Um endamálið er at gera sexleikur minni duldarfullar, so er eisini neyðugt, at vit ikki eru dulnevnd á síðuni.
Sex á føroyskum
Sum sexologur kundi Elin í Stórustovu tikið fólk í sexologiska viðgerð, bæði støk og pør. Men fyribils hevur hon valt at fáa boðskapin út gjøgnum internetið. Hetta kemst eisini av, at tey flestu aftra seg við at fara til sexolog, um sexlívið ikki riggar. Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, men er eisini galdandi aðrastaðni.
Harumframt hevur Elin í Stórustovu eitt annað sikti við at kunna um sex á internetinum: Nevniliga á málsliga økinum. Tí, sum hon sigur, so kunnu vit lesa um sex á øðrum málum, men tað hevur eina fremmandagering við sær, sum so aftur ávirkar opinleikan fyri sex.
– Eins og við øllum øðrum, sum vit vilja hava eitt natúrligt forhold til, mugu vit eisini duga og tora at seta orð á og at tosa opið um sex, sigur hon, og nevnir sum dømi hetta við, at vit hava ikki natúrlig heiti fyri kvinnuligu kynsgøgnini.
– Og tá hugtakið ikki er til í hugaheiminum, so verður tað eisini hareftir, heldur hon.
Í sambandi við síðuna hevur hon ráðført seg hjá einum málkønum manni, sum hevur viðgjørt heitini á kynsgøgnum, sum í mongum førum eru fullkomiliga avbronglað á føroyskum. Tey eru nú samd um, at í gerandis skrift og talu eita tey fisa og murtur hjá vaksnum, og pissilingur og pissikona hjá børnum.
Her vísir Elin í Stórustovu á, at tað er alneyðugt at fáa fleiri orð og vendingar knýttar at sexuella hugaheiminum hjá føroyingum. Tí verða erotiskar søgur eisini skrivaðar til heimasíðuna.
– Og øll eru vælkomin at royna seg sum høvundar, sigur hon og undirstrikar, at høvundarnir eru dulnevndir.
Men er onki mark fyri, hvat hon leggur út á síðuna?
– Jú, tað vil vera ein meting í hvørjum einstøkum føri. Eg havi ongantíð roynt hetta áður, so síðan má líkasum mennast saman við mær og mínum mørkum, og við atliti til afturmeldingarnar, sum koma upp á síðuna, sigur hon.
Bjóðar ikki sex
Ein av orsøkunum til, at Elin í Stórustovu hevur valt at savna seg mest um kvinnuliga sexualitetin er, at kvinnurnar seinastu árini eru vorðnar meira opnar um sex.=20 Eisini hava tær víst stóran vilja til at menna seg sjálvar á hesum økinum.
– Føroyskar kvinnur eru nógvar ferðir fríari enn mannfólkini, og eg fái nógvar fyrispurningar frá kvinnum, sum vilja hava ráð og vegleiðing, sigur Elin. Hinvegin hevur hon ongantíð fingið eina seriøsa áheitan frá einum mannfólki.
Tó hendir tað seg javnan, at eldri menn ringja hana upp.
– So siga teir sovorðið sum: ”Eg havi onki problem, men eg havi bara altíð droymt um at tosa við ein sexolog. Ein sum tolir at hoyra um mínir fantasiir. Og so havi eg eisini sæð teg í sjónvarpinum, so eg havi leingið hugsað um at ringja til tín…!!!” Teir ungu koma heldur yvur í býnum, tá teir hava fingið upp í høvdið.
– Tá vilja teir fegnir hava ráð ella fortelja sínar røvarasøgur, sigur hon.
Samanuntikið fílist Elin í Stórustovu á, at mannfólkini halda, at ein sexologur eisini bjóðar seg fram sum sexpartnara ella sum ein, ið leggur oyra til teirra fantasiir. Bæði í telefonini og í vertskapi.
– Hetta er ein trupulleiki, sum allir sexologar dragast við, og eg tími ikki hatta tvætlið. So eg savni meg mest um kvinnurnar og sexlívið í parlagnum, fortelur hon.
____________________________
Rigmor Dam