Í nógv ár hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt nógv burtur úr at útbúgva føroyskar fótbóltsvenjarar til at taka sær av føroysku liðunum. Til hesa útbúgving eru brúktar sera stórar upphæddir, men tá hugt verður at hvør venur 1. deildarliðini í Føroyum, so sæst, at tað er minnilutin av venjarunum, sum skilir føroyskt og tíðansheldur talar tað.
Í ár hava bert GÍ, B68, NSÍ og KÍ havt føroyskar venjarar, meðan øll hini feløgini hava havt útlendskar venjarar. Og tað er her Harry Benjaminsen setur síni stóru spurnartekin.
? Tað sæst í hvussu er ikki á úrslitunum hjá TB, Sumba, ÍF og VB, at tey hava havt útlendskar venjarar. Tey liggja øll í botninum av fyrstu deild. Í hvussu er eitt teirra flytir niður og tað er møguligt at eitt afturat flytir niður. Livst so spyrst.
Bestu spælararnir enda á havnarliðunum
Harry heldur eisini at tað hevði verið líka mikið um HB og B36 høvdu útlendskar venjarar, tí teir hava savnað allar teir bestu spælararnar í hesum báðum liðunum. Teir kunnu næstan til eina og hvørja tíð gerast meistarar tá teir hava so gott fólk, sum teir hava.
? Hvussu fer at verða næsta ár er ikki gott at vita, men tað er greitt, at B71 flytir upp og teir hava útlendskan venjara. Petur Mohr gevst í Runavík, og teir hava gjørt sáttmála við venjaran hjá Royn, sum eisini er útlendingur. Hvussu verður á Toftum er ikki greitt, men Petur Simonsen heldur eftir øllum at døma ikki fram. Jóannes Jakobsen gevst í Klaksvík og koma útlendskir venjarar fyri allar teir sum gevast, so er rættuliga illa statt við føroyskum venjarum. Tá er bara Johan Nielsen eftir í Gøtu.
Tað er hesa gongd Harry Benjaminsen fýlist á og hann heldur at hugburðurin í feløgunum er, at bara lúsin útlendsk er, so?
? Tað kann í hvussu er ikki verða rætt, at vit brúka eina rúgvu av peningi at útbúgva venjarar til at venja aðru og triðju deild, sigur hann.
Føroyingar
eru ikki ov dýrir
Ein av undanførslunum hjá feløgunum hevur verið, at teir føroysku venjararnir eru ov dýrir til feløgini at seta, men hetta heldur Harry verða tað reina tvætl.
? Lønin eg fái í Leirvík er ikki til at liva av, men tað týdningarmesta er, at eg eri nøgdur við tað eg fái. Hinvegin havi eg sæð tað, sum tað kostar, tá okkurt felag hevur havt útlendskan venjara og tað er nógva ferðir hægri enn tað føroysku venjararnir skulu hava.
? Og úrslitini teir fáa við liðunum eru verri enn so tey bestu ? so langt frá tí.
? Men kann ein útlendingur fáa nógvar pengar fyri at læra føroyingarnar at renna, so er venjarin glaður hóast felagsleiðslan ikki er tað og áskoðararnir neyvan eru tað heldur. Og veruleikin er nokk, at vit síggja eina avleiðing av, at leiðslurnar í feløgunum eru ikki nøgdar við úrslitini hjá venjarunum, tí tað eru nógv feløg, sum skifta venjara ár eftir ár og tað er ikki serliga gott fyri leikararnar ? teir skulu skifta »spælistíl« hvørt ár.
GÍ mundi vera tað felagið, sum fyrst sá ljósið og teir hildu Johan Nielsen í venjarastólinum í fleiri ár. B36 hevur gjørt tað sama við Sivic og nú hevur HB eisini gjørt tað sama við Geolgau.
Ongi góðskukrøv
til leikararnar
Eru venjararnir ein trupulleiki, so eru útlendsku leikararnir tað eisini. Næstan hvørt tað einasta lið í Føroyum hevur útlendskar leikarar, uttan HB, sum bert hevur brúkt føroyskar leikarar.
Hetta er enn ein trupulleiki. Í dag er eingin felagskensla, sum tað var fyrr, tí leikararnir fara til tey fíggjarliga sterkastu feløgini, tí tey hava mest at bjóða.
? Tað var stuttligari fyrr, tá bygdirnar kappaðust innanhýsis, men hetta er ikki longur, og soleiðis er tað, men fyri tann skuld kann ein seta krøv til venjararnar og so sanniliga til útlendsku spælararnar eisini. Hygg til dømis á Toftum. Har hevur tann eini russin leikt í triðju deild. Tað er eingin orsøk at taka fólk uttan úr heimi at leika við triðju deild.
Eitt annað dømi er í Klaksvík har annar útlendingurin ikki hevur havt fast pláss á fyrsta liði.
? Føroyingar hava hug til at taka leikarar til Føroya at leika bara tí teir eru útlendingar. Vit seta teimum ikki nøkur krøv um hvat teir skulu duga og hvat teir skulu kunna geva liðnum. Vit taka útlendskar leikarar bara fyri at taka teir, sigur Harry Benjaminsen.
? Feløgini mugu hava eyguni eftir hvaðani leikararnir koma. Hugburðurin er so øgiliga ymiskur alt eftir hvaðani teir koma. Mínar royndir siga mær, at póllendingar eru góðir menn, og teir hava absolutt einki ímóti at arbeiða fyri peningin. Tað hava aðrir harafturímóti, sigur Harry.
? Og so er tað eisini ein spurningur um sinnið, leggur hann smílandi afturat.
Havnafeløgini skaðilig
Í gomlum døgum var tað so í høvuðsstaðnum, at í B36 spældu »bygdamenninir«, meðan teir »røttu« havnamenninir spældu í HB. Henda skipanin virkaði óivað eftir ætlan og menn happaðu hvønn annan fyri tað, og so høvdu teir tað gott.
Men tað er vent í holuni. Nú er ikki nóg mikið, at tað skulu vera bygdamenn, men tað skulu vera teir bestu av slagnum. Teir allarbestu.
Seinastu fáu árini hava havnarfeløgini bæði savnað teir bestu spælararnar í landinum í báðum feløgunum, og henda gongdin er skaðilig heldur Harry Benjaminsen.
? Í HB eru ikki bara rættir »havnarmenn« longur. Har er meiri enn helvtin bygdarmenn og tað eru teir allarbestu av slagnum, sigur Harry, sum leggur afturat:
? Eg siti eftir við tí varhuganum, at tað einasta tað gongur út uppá hjá havnarfeløgunum báðum er at gera bygdarfeløgini veikari, so tey á tann hátt kunnu gerast meistarar. Teir fáa ikki brúkt allar leikararnar, sigur Harry Benjaminsen.
? Vit mugu fylgja við
So er spurningurin bara hvat bygdafeløgini skulu gera, fyri at byrgja upp fyri hesi, eftir hansara meting, skeivu meting.
? Vit verða noyddir at fylgja við. So einfalt er tað. Og vit skuldu havt møguleikar til tað. Taka vit LÍF og støðuna, sum vit koma í, vinna vit uppflytingardystirnar, so mangla vit tveir ella tríggjar sterkar føroyskar leikarar fyri at vera nøkulunda vísir í at vit verða hangandi. Men LÍF eigur nakrar »hálvar« og nakrar »heilar« leikarar í øðrum feløgum, og tað er ikki óhugsandi, at hesir eru áhugaðir í at koma at leika við okkum, sigur Harry Benjaminsen.
Men nú verður tosað so nógv um pengafótbólt. Klára tit at fylgja við hinum feløgunum í so máta?
? Vit eru í hvussu er ikki verri fyri enn tey feløgini, sum vit skulu kappast við, sigur hann og vísir á, at teir í ár m. a. hava fingið Olgar Danielsen sáttmálabundnan til felagið, umframt póllendingin, sum nú er skaddur.
Harry sigur, at felagið arbeiðir við at finna leikarar, sum kunnu styrkja um liðið, men at hetta arbeiði júst er byrjað og tað verður kannað gjølla, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
Trívist væl í Leirvík
Harry Benjaminsen trívist sera væl í venjarastarvinum í Leirvík. Tað var ikki væntandi, at liðið fór at klára seg so væl, men teir hava havt tað neyðuga hepnið í teimum førum teir hava havt brúk fyri tí, men mest av øllum, so hava leikararnir gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa tað at koyra sum tað skal.
? Tá eg byrjaði, var tað eingin, sum tosaði um uppflyting, men nú tá vit vunnu rættin til uppflytingardystirnar vóru leirvíkingar sera fegnir. Hetta sást m. a. á talinum av bygdafólki, sum var á Mølini á Eiði, har seinasti dysturin varð leiktur.
Men tann størsta orsøkin til at Harry trívist væl í Leirvík er, at felagið verður rikið av eini sera professionellari leiðslu, sigur hann.
? Tað saman við teimum góðu og trúgvu liðleiðarunum ger, at tað er so serstakliga hugaligt at arbeiða í felagnum, sigur hann.
Tó er ikki avgjørt um hann heldur fram, hóast hann hevur hug til tess. Harry hevur einki hoyrt frá nevndini enn, men kappingarárið er heldur ikki liðugt enn. Harafturat kemur so, at ein nevndarsamtykt sigur, at søkjast skal eftir venjara hvørt ár.
? Men tað er ikki nøkur loyna at eg havi hug at halda fram. Eg kundi nevniliga hugsað mær at hildið fram við at arbeiða við hesum leikarunum og sæð hvussu langt teir kunnu røkka, sigur Harry Benjaminsen.
Um hann heldur fram finna vit út av innan alt ov leingi. Fyribils ynskja vit honum og leirvíkingum tillukku og góða eydnu við uppflytingardystunum.