ÍF vil ikki sleppa HB

ÍF vann í kvøld ein týdningarmiklan dyst móti B36 í Gundadali. Tað var annars B36 ið byrjaði betri, og eftir einans 20 sekund, hevði Lukasz Cieslewicz eitt skot á stongina. Tá 15 min vóru farnir lá betri fyri hjá Lukasz, tá hann setti beini á eitt innlegg frá Súna Olsen í málið. Restina av hálvleikinum var B36 nógv tað betri liði og hevði nógvar møguleikar at økja um leiðsluna, millum annað hevði Súni Olsen eitt skot á samankomingina.

 

B36 byrjaði seinna hálvleik betri, men tá 63 min vóru farnir vendi dysturin, Nenad Saric hevði havt eitt skot, ið B36 málmaðurin ikki fekk hildi, so var Clayton Nascimento skjótast á bóltinum og setti hann í málið. Eftir málið tók ÍF yvur og stýrdi dystinum, meðan B36 vóru farligir uppá mótálop. Tá 89 min vóru farnir kom sigursmálið, Høgni Madsen skeyt hjørna innfyri og har stóð Bogi R. Petersen og smekkaði bóltin í málið.

 

Eftir hendan dystin, verður B36 standandi á 4. plássi við 21 stigum eftir 17 dystir, meðan ÍF kemur uppá 33. stig.

 

1-0: Lukasz Cieslewicz - 15 min

1-1: Clayton Nascimento - 63 min

1-2: Bogi R. Petersen - 89 min

 

Liðini:

 

B36: Trúgvi Askham - Høgni Eysturoy - Hørður Askham - Robert Heðin Brockie - Gilli Sørensen ( Símun Joensen ) - Súni Olsen - Evrard Blé - Róaldur Jacobsen - Adeshina Lawal ( Tóki Á Lofti ) - Lukasz Cielsewicz - Høgni Midjord ( Rasmus Dan Sørensen )

 

ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Petersen - Bartal Eliasen - Høgni Zachariasen - Jan Ellingsgaard - Høgni Madsen - Bogi Reinert Petersen - Ari Ellingsgaard ( Dánjal Á Lakjuni )- Nenad Saric ( Fritleif Í Lambanum ) - Øssur Dalbúð - Clayton Nascimento