Fa. Elen Dahl í søguna

Fa. Ellen Dahl er gamal firma í Vági, men mikudagin fór hurðin afur fyri seinastu ferð og hetta hendi um somu tíð, sum stovnarin hevði fylt 100 ár

Solveig Johansen hevði opið fyri seinastu ferð mikudagin í handlinum Fa. Ellen Dahl, sum hon førdi víðari, tá mamma hennara legði frá sær. Sostatt fer hesin gamli handilin í Vági nú í søguna.

Tað var Ellen Dahl, sum byrjaði virksemið í 1930. Flutt varð tó ikki í núverðandi húsini, fyrr enn í 1935.

 

Fotografur

Ellen Dahl lærdi til fotograf og hon hevði atelier í kjallaranum og seldi eisini gávulutir. Frá 1949 seldi hon eisini vikubløð. Kioskin kom í 1958.

Solveig sigur, at tá hon jú búði í húsinum, so hjálpti hon til í handlinum og arbeiddi nógv har, men í 1961 giftist hon Eyðuni Johansen, og tey búðu niðri tvey tíðarskeið.

Í 1978 tók Solveig við og hevur hon havt fyritøkuna, til lykilin endaliga varð snaraður mikudagin.

 

Søguligur handilsgluggi

Spurd, um tað er við sorgblídni, hon nú leggur frá sær, sigur Solveig, at tað er ikki við sorgblídni, tí tað er gott at gevast, meðan ein enn orkar og ein skal duga at finna hurðina sjálvur.

Her hava verið nógvir góðir og trúgvir kundar og stuttligt hevur eisini verið at fylgt skúlabørnum og øðrum børnum uppeftir, til tey seinni kanska gjørdust studentar, sigur Solveig.

Handilin liggur á høvuðsvegnum í Vági tætt við skúla og bryggjuøki, og mong eru tey, sum eftir arbeiðstíð ella halgidagar, hava lagt leiðina framvið, fyri at skoða handilsvindeyguni, ið sum oftast hava verið prýdd í samband við okkurt sermerkt høvi. Ikki bara føstulávint ella jólini hava sett dám á, men eisini meira persónligir dagar, so sum brúdleyp, rundir føðingardagar og annað, og ofta hava myndir úr stóra og gamla myndasavninum verið forvitnisligt ískoyti í handilsvindeyganum, so at talan bæði hevur verið um handilsglugga, og ein glugga aftur í farnar tíðir.

Ellen Dahl hevði fylt 100 ár 20. juni.

- So nú var líkasum so hóskandi at gevast, sigur Solveig Johansen.